Ongi úrslit

Gilli hevur undirskrivað sáttmála

Verjuspælarin av Tvøroyri verður eisini í 2026 í bláu troyggjuni hjá greipuvinnarunum

ki.fo
22 tímar síðan

Gilli skrivaði í fyrstu atløgu undir hálvt ára sáttmála við KÍ, men samstarvið hevur verið gott og partarnir eru samdir um nýggjan sáttmála, ið er galdandi fyri alt 2026.

Gilli Rólantsson Sørensen hevur leikt 14 dystir fyri KÍ síðani hann í summar flutti úr TB. Venjarin Magnus Powell dylur ikki fyri, at hann er sera glaður fyri at Gilli hevur gjørt sáttmála fyri 2026.

- Vit byrjaðu tíðliga í ár við at tryggja okkum sáttmálar við fleiri leikarar. Við Gilla fáa vit góðar royndir á liðið, ein leikarar í venur hart og sum er vanur at kappast á hægsta stigi.

- Hann gevur alt til hvørja venjing og hevur ment seg í okkara spæliskipan. Nú fær hann eisini uppstartin í KÍ við í 2026, og tað leggur enn betri lunnar fyri hann og liðnum.          

Leikarin er eisini sera glaður fyri, at sáttmáli er gjørdur fyri 2026. Hann vísur millum annað á, at løtan í Ungarn framvegis situr djúpt í honum, og gevur honum eyka motivatión til at renna eitt sindur meiri og betra um allar smálutir.

- Eg eri ótrúliga takksamur fyri, at vera partur av besta hópinum, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum. Svongdin og drívmegin í hesum hópinum er heilt serlig! Felagið er sera sterkt,  man vil vera best og ein er ikki bangin fyri at seta orð á tað.

- Annars vil eg bara siga takk fyri allar løturnar í ár. Vit ynskja at droyma stórt og seta hægri mál fyri komandi ár. Takk til tykkum sum stuðla og takk til allar teir fantastisku áskoðararnir. Samanhald, felagsskapur og vinnaramentalitetur – tað er KÍ, sigur Gilli Rólantsson at enda.

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Stjórin í strandferðsluni hevur fingið bót

29. oktober kl. 10:19

Neyðtøkan vardi ov stutt

28. oktober kl. 21:30

Mikkjal hongur í klønum tráði

29. oktober kl. 17:47

Í vanda fyri at missa koyrikortið

30. oktober kl. 08:15

Suðuroyartunnilin – har er eisini ein onnur síða av málinum

28. oktober kl. 22:30

Tórunn fekk ársins ADHD viðurkenningina

31. oktober kl. 12:32