Ongi úrslit

Giktafelagið og psoriasisfelagið koma við felags áheitan

Fáa nógv fleiri umsóknir enn tey hava játtan til

© Pixels
Jóhanna Højgaard
6 tímar síðan

Klimaviðgerðirnar hjálpa fólki at kunna klára dagligdagin og arbeiðslívið væl aftaná tey eru komin aftur úr hesum viðgerðarferðinum. Men fleiri eru sum ikki kunnu fáa somu hjálp.

Á Facebook hevur Giktafelagið lagt út eitt tíðindaskriv, har tey hava eina áheitan til øll sum fara á Løgtingsval. Tey skriva:

-Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag hava seinastu árini havt møguleika fyri at senda giktasjúklingar og psoriasissjúklingar av landinum til klimaviðger.

Hetta er ein møguleiki, sum Giktafelagið hevur striðst fyri, og sum vit eru takksom fyri er blivið játtað á løgtingsfiggjarlógini.

Nógvir giktasjúklingar fáa góða hjálp gjøgnum heilivág, men tiverri finst ein rættiliga stórur bólkur av følkum, har heilivágurin ikki hjálpir, ella har sjúklingurin ikki tolir heilivágin.

Fyri hesar sjúklingar er klimaviðgerð einasti møguleiki fyri at kunna fáa eitt sámiligt lív.

Giktafelagið er ikki ført fyri at meta, hvørjir sjůklingar hava størst tørv fyri neyðini at fáa bjóðað klimaviðgerð. Ti hevur felagið gjørt avtalu við ein lækna, sum bæði móttekur og gjøgnumgongur allar innkomnar umsóknir og hevur viðtalur við allar umsøkjarar.

Út frá einari heildarmeting av tórvinum hjá øllum umsøkjarum, avgerð læknin, hvørjir umsøkjarir fàa tilboðið klimaviðgerð og ikki.

Tíverri fær Giktafelagið nógv fleiri umsóknir um klimaviðgerð, enn vit hava játtan til, og eins og undanfarin ár, hevur læknin mett, at nógv fleiri umsøkjarar eru, sum áttu at fingið tlboð um klimaviðgerð.,

Giktafelagið vil ti inniliga heita á øll, sum stilla upp til løgtingsval, um at hava klimaviðgerðina i huga á valinum, og kki minst at arbeiða fyri einari øktari játtan, soleiðis at fleiri, sum hava tørv á tí, fáa møguleika at fáa viðgerð.

Mest lisið hesa vikuna

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57

Somu fólk elvdu til ófrið tvær ferðir - og slóu løgreglufólk

Í gjár kl. 09:13