Dystur er nú á stórskíggja á Gøtusandi.
Tað er sjálvandi ‘Víkingur’ sum á Gibraltar skal møta tað lokala ‘Lincoln Red Imps FC’
Hagstovan hevur, í samband við dystin, greinað og samanlíkna bæði Føroyar og Eysturkommunu við Gibraltar.
Til dømis skriva tey, at á Gibraltar búgva 34.000 fólk meðan vit í Føroyum eru 54.000.
Eysturkommuna hevur tó einans 2.300 íbúgvar, og óivað hava fleiri teirra leitað sær niður í hitabylgjuna á “The Rock” at stuðla teirra lið.