Ongi úrslit

Gera seg til reiðar at fara

© Getty Images
Jóhanna Højgaard
8. apríl kl. 11:20

Tað fer at taka langa tíð, áðrenn skipaferðslan í Hormuzsundinum aftur kemur á sama støði, sum hon var undan krígnum.

Tað metir greinarin Lars Jensen, sum áður starvaðist hjá Mærsk, við BBC.

- Einki er veruliga broytt enn, sigur hann og leggur afturat, at tað fer at ganga ein rùm tíð, áðrenn álitið verður bygt uppaftur.

Hann væntar, at nógv skip fara at sleppa sær av økinum komandi dagarnar, men bara nøkur fá skip fara at sigla inn aftur. Hettar tí vandi er fyri at verða fangaður í sundinum, um vápnahvíldin bráðliga brestur.

Franski forsetin, Emmanuel Macron, sigur sambært Reuters, at í løtuni verður arbeitt við at fáa í lag eina trygga farleið hjá skipum, sum bíða eftir at sleppa gjøgnum sundið. Umleið 15 lond luttaka í planleggingini.

Mest lisið hesa vikuna

Finst hvassliga at samgonguni: Eg havi ikki brúk fyri pengunum

29. apríl kl. 08:19

Óhugnaligt rák vindur uppá seg

28. apríl kl. 21:05

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

27. apríl kl. 07:44

Maðurin situr enn í varðhaldi

28. apríl kl. 19:00

Erika Kirk til staðar undir skottilburðinum

26. apríl kl. 14:01

Herborg liggur nummar eitt!

25. apríl kl. 18:30