Ongi úrslit

G!

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
17 tímar síðan

Fyrireikingarnar koyra við fullari ferð og fleiri og fleiri flugbein verða sett. Skráin er liðugt løgd og verður kunngjørd í næstum. Ferðaseðlar, gistingar og fyrireikingar annars í samband við móttøkur av tónleikarum eru komnar langt, og praktisk ting, so sum hvussu økið skal síggja út og hvør kemur inn at hava bás á festivalinum, er við at koma upp á pláss.

 

Tað ber til at arbeiða sum Sjálvboðin á G!

Stórur partur av arbeiðinum á G! festival verður gjørdur av sjálvbodnum. Nógvar umsóknir eru komnar, men tey hava framvegis brúk fyri fleiri fólkum, so um tú ert ein av teimum, sum trívist best við at hava okkurt í hondunum, so hava tey ivaleyst brúk fyri tær. Til ber framvegis at tekna seg á heimasíðuni hjá G!

Sølan gongur væl og vit vænta nógv fólk. Tá 4.500 fólk hava keypt atgongumerki verður meldað útselt, men umframt tey, sum keypa atgongumerki, eru eisini tey, sum á einhvønn hátt hava arbeitt fyri eitt atgongumerkið, so um hesi verða tald við, eru vit 6000 fólk, sigur Sigvør Laksá, fyriskipari av G!

 

Atgongumerkini kosta í dag 1.595 krónur, men fríggjdagin 11. Juli ferð prísurin upp á 1.795 krónur, ið eisini er prísurin við dyrnar.

  

Høvðusnavni

Á G! festival royna vit at halda fast við, at festivalurin í sær sjálvum er “høvuðsnavnið”.  Umhvørvið og hugnin vit skapa við tí ómakinum vit gera okkum við økinum, er tað sum ger G! til nakað heilt serligt, sigur Sigvør.

Man kann longu frá morgunstundini fara sær ein túr í pottin, leypa í havið og njóta saunaina saman við vinum. Man kann keypa sær góðan morgunmat, í niðaru hædd av Valhøll, ella í Víkingahúsinum har Ástaklokkan fer at borðreiða við tí allarbesta. Seinni út at dagin kanst tú fara til fyrilestrar, bókaupplestur/framløgur, filmsvísing o.a.

Alt eftir hvør man er, so gleðir man seg kanska mest, til at hoyra íslendsku Kaleo ella Emillianu Torrini. Møguliga má ein hoyra Eivør hvørt ár, ella man gleðir seg til at hoyra Gretu. Ert tú ein ung sál, ið var á sement og hoyrdi, Tunghoyrt, er tað kanska tað, tú gleðir teg mest til. Elskar tú Eurovision og Sissal, men so eru tey eisini við har. Sum barn, so gleðir tú teg til leygardagin á G! tá Angela skipar fyri alskins undirhaldi fyri børnum og barnsligum sálum.


Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

Í gjár kl. 07:54

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56