Ongi úrslit

Fyrrverandi gísli hjá Islamisk Stat - Daniel Rye til Føroya

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
3. sepember kl. 20:30

Í september kemur danski myndamaðurin og rithøvundurin, Daniel Rye, til Føroya at halda tveir almennar fyrilestur um sína ótrúligu og harðrendu uppliving sum gísli hjá Islamisk Stat í Sýria.

 

Fyrri fyrilesturin verður á Hotel Føroyum, har Daniel  fortelur erliga, livandi og í smálutum um gíslatøkuna og ta marru, hann livdi í hesa tíðina. Hann greiðir eisini frá, hvussu ómetaliga torført tað er at venda aftur til eitt vanligt lív eftir slíka uppliving.

 

Seinni fyrilesturin verður í SALT, har Daniel við óvanligum opinleika fortelur um sína uppliving, og gevur eitt persónligt innlit í, hvat tað merkir at vera gísli hjá ræðuligu yvirgangsrørsluni og hvussu hann fann vón og styrki í mest ómenniskjaligum umstøðum. Hetta er ein søga, tú aldri fert at gloyma – ein frásøgn um yvirliving, vinarløg og menniskjans ófatiliga viljastyrki

 

Tíð og stað:

 

"Tilbage til livet"

9. september kl. 19:00 – Hotel Føroyar

 

"398 dage som gidsel hos Islamisk Stat"

11. september kl. 19:00 - SALT

 

Hetta er ein einstakur møguleiki at hoyra eina beinleiðis og persónliga søgu frá einum manni, sum hevur upplivað tað, vit vanliga bara lesa um í tíðindunum  – og sum nú brúkar sína rødd til at varpa ljós á eitt av okkara tíðindamiklastu evnum.

 

Atgongumerki kunnu keypast á atgongumerki.fo

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Er meldaður fyri blúnisbrot

22 tímar síðan