Ongi úrslit

Fyrireika seg til møgulig hernaðarlig tiltøk

Ísraelsk embætisfólk halda at Trump forseti kann finna uppá, at geva grønt ljós

© AP/Proton Alex Brandon
Jóhanna Højgaard
12 tímar síðan

Ísrael sigst fyrireika seg til møguleikan fyri fleiri hernaðarligum tiltøkum.

Ætlanin er at fremja tær, um Iran t.d. roynir at lívga uppaftur kjarnorkuætlanina.

Ísraelsk embætisfólk halda at Trump forseti kann finna uppá, at geva grønt ljós til endurnýggjaði ísraelsk álop.

Hettar siga tvær keldur við djúpri vitan við miðilin Axios.

Iranska kjarnorkukreppan verður eitt tað fremsta evni, tá Trump og ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, mánakvøldið sita til døgurða saman í Hvítu Húsunum.

Eisini toppráðgevin hjá Netanyahu, Ron Dermer, segði tað við embætisfólk í lukkaðum kunningarfundi, tá hann kom frá einari nýggjari vitjan í Washington í síðstu viku.

Har hevði hann fingið fatan av, at Trump-stjórnin undir ávísum umstøðum, kundi funnið uppá at stuðla nýggjum ísraelskum álopum á Iran, siga keldir

Ein hending sum kundi elvt til at Trump hevði givið grønt ljos, kundi t.d. verið ein iransk roynd, at taka burtur tað sera ríkaða urani inni í skaddu anleggunum í Fordow, Natanz og Isfahan, siga keldurnar.

Enn er alt hettar to bert leysatíðindi og ikki endaliga staðfest.

Hvítu Húsini svaraðu ikki áheitan um viðmerkingar frá Axios.

Mest lisið hesa vikuna

Læknar hava svikað fyri milliardir

5. juli kl. 17:00

Ógvusligt ferðsluóhapp - leita eftir tveimum bilførarum

3. juli kl. 07:46

Gjald áðrenn etið verður

6. juli kl. 11:55

Fótbóltsspælarar deyðir í ferðsluvanlukka: Halda seg nú kenna orsøkina

3. juli kl. 12:00

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

23 tímar síðan

Háskúlin hevur fingið nýggjan stjóra

4. juli kl. 22:53