Ongi úrslit

Fýra børn sótu ikki í trygdarbelti

Áki Bertholdsen
10. januar kl. 10:11

Tað kemur meiri enn so fyri, at løgreglan kannar ferðsluna við skúlar um morgnarnar - um tað tíðina tá ið foreldur koyra børnini í skúla.

Tað gjørdi løgreglan eisini í gjáramorgunin tá ið tey kannaðu ferðsluna við skúlan á Fløtum í Havn.

Løgreglan sigur, at har fingu fýra bilførarar 1.500 krónur í bót, umframt teir eisini fingu klipp í koyrikortið.

Tað fingu teir tí at teir høvdu børn undur 15 ár í bilinum, uttan at syrgja fyri, at tey sótu í trygdarbelti.

Annars hevur tað verið sum á flundrubaki, men løgreglan sigur, tað hevur gingið rættiliga væl í ferðsluni, tí tað hava bara verið nøkur heilt fá óhapp - og talan hevur bara verið  smáttarí.

Men í tíðliga í morgun varð ein bilførari tikin fyri rúsdrekkakoyring í Havn.   

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

12. mars kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

11. mars kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57