Í gjár var løgreglan aftur úti um seg við ferðmátaranum, og tað gav eisini úrslit.
Fyrrapartin vóru tey á Velbastaðvegnum ímillum býin og Norðasta Horn, á strekkinum har tað bara er loyvt at koyra 60.
Har vórðu tríggir bilførarar tiknir upp á bara trý korter, og teir koyrdu alt ov skjótt. Teir koyrdu ímillum 82 og 84 kilometrar um tíman, so teir mistu koyrikortið treytað.
Í Vágum misti eisini ein bilførari koyrikortið treytað fyr at koyra 111 á einum strekki har tað er loyvt at koyra 80.
Og í Vágum fekk førarin á einum lastbili eisini bót, tí tað vóru fleiri ljós á bilinum, sum ikki lýstu.