Ongi úrslit

'Für Anela'- Nýtt staklag frá Eli Tausen á Lava

© Edwina Hay
Jóhanna Højgaard
23 tímar síðan

Í dag hevur tónaskaldið og klaverleikarin Eli Tausen á Lava útgivið eitt nýtt staklag —

eitt klaverstykki, sum tekur lut í einari yvir 200 ára gamlari siðvenju.

Í 1810 skrivaði Beethoven verkið Für Elise, og hóast tað ikki varð útgivið fyrr enn 40

ár eftir deyða hansara, gjørdist tað eitt av hansara kendastu verkum. 149 ár seinni, í

1976, skrivaði estiska tónaskaldið Arvo Pärt eitt klaverstykki við heitinum Für Alina.

Tað var eitt slóðbrótandi verk, sum gjørdist ímyndin av tintinnabuli, eyðkenda teknikki

hansara.

Í báðum førum skrivaðu teir verkini til kvinnur í sínum lívi. Pärt skrivaði sítt til dóttrina

hjá einum familjuvini — Alina, sum varð blivin avbyrgd frá familju síni av

jarntjaldinum. Í Beethovens føri er søgan ein onnur, tí samleikin hjá Elise er

framvegis ókendur. Hon kann hava verið ein vinkona, ella kanska okkurt meira.

Nú, 49 ár eftir Für Alina og 215 ár eftir Für Elise tekur Eli Tausen á Lava lut í hesari

siðvenju við verkinum Für Anela — eitt stykki hann skrivaði sum eina

føðingardagsgávu til hansara tøttu vinkonu, íslendska klaverleikaran Anelu Bakraqi.

Hóast Für Anela við fyrsta eygnakast er eitt sorgblítt verk, umboðar tað eisini eina

stillisliga megi beint undir yvirflatuni.

Für Anela kann hoyrast her: https://ffm.to/fur-anela

https://elitausenalava.com/

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00