Fyri nøkrum døgum síðan, varð ein brævbjálvi við rættiliga nógvum pengum í funnin í Handlinum, Jysk, á Hálsi í Havn
Finnarin bar brævbjálvan oman á løgreglustøðina og síðani hava tey roynt at finna eigaran.
Løgreglan vil ikki siga, hvussu nógvar pengar, tí tað eigur rætti eigarin at virta.
Og tað hevur eydnast at finna eigaran, og løgreglan sigur, at hann skuldu koma eftir brævbjálvanum í dag.
Løgreglan sigur, at tvey fólk ringdi um brævbjálvan. Tann eini visti at siga, hvat stóð á brævbjálvanum og hvusu nógvir pengar vóru í. Tí er løgreglan sannførd um, at talan er um rætta eigaran.
Ein annar, sum eftir øllum at døma eisini hevur mist ein brævbjálva við pengum, ringdi at spyrja um ein ávís áskrift stóð á brævbjálvanum. Tað gjørdi tað ikki, so hann mátti ásanna, at tað var ikki hansara pengar, sum vóru funnir.