Ongi úrslit

Frítíðar- og stuttleikabátar skulu kannast gjølla fyri smugling av rúsevnum

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur
3. november 2025 kl. 17:07

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur vil vita, hvussu myndugleikarnir í Føroyum raðfesta trupulleikan viðvíkjandi smugling av rúsevnum til Føroya. Serliga hugsar hon um frítíðar- og stuttleikabátar. Tí hevur hon sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu, fleiri spurningar um evnið. 

Í septembur í ár skrivar Vágs Kommuna, at higartil í ár høvdu 59 seglbátar verið í Vági. Tað er eitt høgt tal, og tí nakað at gleðast um. MEN – tað hevði verið áhugavert at vita, hvussu nógvir av hesum bátunum eru blivnir kannaðir av tollvaldinum fyri smugling av ólógligum rúsevnum. 

Flestu av okkum vita, at tað júst hevur koyrt eitt stórt mál, har løgreglan tók seglbátin Rocky úr Kolding, sum bleiv brúktur til at smugla 23 kg av hassji við. Spurningurin er, um hetta kanska bara er toppurin av ísfjallinum.

Í nógvum londum síggja myndugleikarnir ekstremt álvarsliga uppá smugling av rúsevnum og taka tilsvarandi ekstrem stig fyri at steðga smuglingini.

Spurningurin er, hvat vit í Føroyum gera hesum viðvíkjandi.

Tí hevur Elsebeth Mercedis Gunnlegysdóttur sett Ruth Vang, landsstýriskvinnu, hesar spurningar: 

  1. Hvussu nógvir frítíðar-/stuttleikabátar hava tilsamans verið í føroyskari havn higartil í ár?

  2. Hvussu nógvum av hesum bátunum hava tollarar verið umborð á higartil í ár og kannað við komu, undir hesum eisini fyri ólóglig rúsevnir?

  3. Hvussu nógvir av bátunum eru komnir í ávikavist Tórshavnar havn, Klaksvíkar havn og Vágs havn, og hvussu nógvir teirra eru blivnir kannaðir við komu?

  4. Hevur nakar av bátunum verið í føroyskari havn meir enn einaferð í ár, og um so er, í hvørji havn og hvussu ofta?

  5. Hvussu nógvir tollarar eru staðsettir í ávikavist Havn, Klaksvík og Suðuroynni?

  6. Hvussu nógvir narkohundar eru í Føroyum, og er hetta tal nøktandi?

  7. Hvar í Føroyum eru narkohundarnir staðsettir,og hvar hava teir verið brúktir higartil í ár?

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

10 tímar síðan

Halda at tað er pallsett

4 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47