Ongi úrslit

Friðaruppskotið frá Iran

USA hevur góðtikið tíggjupunktsætlanina hjá Iran, skriva iranskir ​​almennir miðlar.

© economictimes.com
Jóhanna Højgaard
8. apríl kl. 12:34

Ísrael sigur tó, sambært The Guardian, at landið stuðlar vápnahvíldaravtaluna, men avsannar, at hon eisini skal fevna um Libanon, sum framvegis eisini er undir ísraelskum álopum.

Eitt tað stórsta álopið hendi fyri løtu síðani, har IDF, sambært Telegram bumbaði fleiri enn 100 hernaðarligar skipanarmiðstøðum hjá Hizbollah.

Tey 10 krøvuni hjá Iran:

1. USA skal grundleggjandi binda seg til at tryggja, at eingin ágangu verðurr.

2. Iran skal framhaldandi hava valdið yvir Hormuzsundinum.

3. USA skal góðtaka, at Iran kann ríka uran til sína kjarnorkuætlan

4. Avtøka skal fremjast av øllum primærum revsitiltøkum móti Iran.

5. Avtøka skal fremjast av øllum sekundærum revsitiltøkum móti útlendskum eindum, sum hava samhandil við iranskar ​​stovnar.

6. Endi skal vera á øllum samtyktum hjá Sameindu Trygdarráðnum, sum miða móti Iran.

7. Endi skal vera á øllum samtyktum hjá altjóða kjarnorkustovninum, um kjarnorkuætlanina hjá Iran.

8. Endurgjald skal gevast til Iran fyri krígsskaðar.

9. Amerikanskir stríðshermenn skulu allir takast burtur úr økinum.

10. Vápnahvíld skal gjalda á øllum frontum, eisini í stríðnum hjá Ísrael við Hizbollah í Libanon.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

Í gjár kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

10 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47

Fara aftur at leggja uppskot fyri Løgtingið um fosturtøku

Í gjár kl. 11:10