Ongi úrslit

friðarrørslan Føroyingar fyri friði er sett á stovn

Føroyingar fyri friði
8. oktober kl. 07:00

Stovnandi aðalfundur av áhugafelagnum Føroyingar fyri friði varð hildin fyrradagin 5. oktober í MEGD húsinum í Tórshavn. 20 fólk møttu á aðalfundinum, sum við ymiskum tillagingum góðkendi uppskot til viðtøkur fyri friðarrørsluna. Aðalfundurin valdi eisini eina nevnd við 5 fólkum, sum aftaná fundin skipaði seg soleiðis:

Henrik Weihe Joensen, forfólk

Ken Lindenskov Olsen, næstforfólk

Ólavur Weihe Joensen, skrivari

Friðrika Mortensen Kristiansen, nevndarlimur

Petur Asano, nevndarlimur

Aðalfundurin valdi Kaysten Rasmussen til at vera grannskoðara hjá áhugafelagnum.

Nevndin fer at hava sín fyrsta fund um mánaðarskiftið.

Fólk eru nú vælkomin at tekna seg sum lim í Føroyingum fyri friði við at venda sær til forfólkið ella til skrivaran við upplýsing um navn, bústað, telefonnummar og teldupostadressu. Limagjaldið er kr. 100,- árliga fyri einstaklingar og kr. 200,- fyri felagsskapir, feløg, stovnar og kommunur.

Vónandi verður tikið væl ímóti nýggju friðarrørsluni, sum í samstarvi við áhugapartar innanlands og uttanlands vil vera eitt konstruktivt friðarklípi, og harvið verja vanlig ósek fólk – børn, kvinnur og menn – sum altíð líða, tá kríggj og yvirgangur er.

Føroyingar fyri friði hevur sítt grundarlag í teimum friðartiltøkum, ið eru fyriskipaði seinasta árið: Friðargonga, Friðarkonsert og Friðarráðstevna, og sum hevur til endamáls,

at virka fyri friði millum fólk, fólkasløg og heimsins lond,

støðugt at virka fyri vápnaavdubbing og

at virka fyri øktum forstáilsi fyri ymiskum mentanum, menniskjarættindum og javnstøðu, umframt virka fyri diplomatiskum loysnum.

Hoyvík, 7. oktober 2025

Henrik Weihe Joensen, forfólk í áhugafelagnum Føroyingar fyri friði

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48

Nú skulu børn og ung ikki longur sleppa at keypa

22. desember kl. 09:31

Sorry, John Ivar Venned – chat gpt hevur lumpað teg

21. desember kl. 12:43

Ein umbering til Sjúrð – lat okkum finna felags jørð

22. desember kl. 00:57