Ongi úrslit

Fremstu deildirnar nýtt navn

Avtalan við Betri gekk út á nýggjárinum, ið samstundis hevur við sær, at fremstu deildirnar hjá kvinnum og monnum skifta navn til Meistaradeildin

© Mynd: Álvur Haraldsen
Tíðindaskriv / FSF
9. januar kl. 13:30

Eftir átta ár við Betrideildini hjá bæði kvinnum og monnum, fara fremstu deildirnar framyvir at kallast Meistaradeildin.

– Vit vilja takka Betri fyri gott samstarv seinastu árini, ið veruliga hevur verið við til at ment føroyskan fótbótl hesa tíðina. Deildirnar fara nú at broyta navn, og fara framyvir at kallast Meistaradeildin hjá kvinnum og Meistaradeildin hjá monnum, og í næstum fara vit at kunngera nýggja samleikan til kappingarnar.

Tað sigur aðalskrivarin í Fótbóltssambandi Føroya, Kristin Dam Ziska við heimasíðuna hjá FSF, í sambandi við at stuðulsavtalan við Betri, ið gekk út á nýggjárinum, ikki varð longd.

Navnið Meistaradeildin er væl kent í føroyskum fótbólti. Frá 1942 til 1975 bar fremsta mansdeildin hetta navnið, áðrenn hon í 1976 fekk navnið 1. deild.

Síðani hava fleiri sponsornøvn verið brúkt:
– Formuladeildin (2005-2008)
– Vodafonedeildin (2009-2011)
– Effodeildin (2012-2017)
– Betrideildin (2018-2025)

Ársins fyrsta umfar í Meistaradeildini hjá monnum 2026 verður sunnudagin 8. mars, meðan fyrsta umfar í Meistardeildini hjá kvinnum er á skránni tvær vikur seinni, sunnudagin 22. mars.

Mest lisið hesa vikuna

Eg fari ikki at liggja á knæ fyri búgvandi á skúlaheiminum

20. apríl kl. 22:35

Silvurdrongur takkar fyri seg

16. apríl kl. 14:52

Lønirnar hjá fleiri útlendskum sjómonnum við føroysum skipum eru ov høgar

Í gjár kl. 09:00

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

10 tímar síðan

Halda at tað er pallsett

4 tímar síðan

Tað er brot á mannarættindini

16. apríl kl. 13:47