Ongi úrslit

Franski Antoine trívist væl í Føroyum

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
7. november 2025 kl. 13:00

Antoine Leclére Messebel er 19 ára gamal og kemur úr París í Fraklandi. Hann kom til Føroya í 2023 sum skiftisnæmingur við AFS. Tá ið hann søkti um at fara við AFS til Danmarkar, hevði hann møguleika at fáa vertsfamilju í Føroyum ella Grønlandi – og endin bleiv, at hann fekk eina familju á Skála.

Antoine sigur, at hann visti ikki, um hann hevði hug at koma til Føroya, men hann helt, at hann átti at roynt okkurt nýtt og serligt. Hann minnist, at hann gleddi seg sera nógv at uppliva alt tað, sum landið hevði at bjóða.

Hann hevur síðan trivist sera væl og sigur, at tað, ið honum dámar best við Føroyum, er samfelagið og tryggleikin.

At læra føroyskt var ein avbjóðing í byrjanini, tí at málið líkist als ikki fronskum. Men við góðari hjálp frá vertsfamiljuni, lærarum á Miðnámi á Kambsdali og vinum frá hondbólti og skúla gekk tað skjótt frammá. Eftir umleið fýra mánaðar skilti hann nógv og byrjaði spakuliga at svara á føroyskum.

Eftir at AFS-árið varð liðugt, fór Antoine at lesa bachelor í stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetri Føroya. Hann hevur eisini arbeitt í barnagarðinum á Skála og arbeiðir nú á dagstovninum Varðanum.

Í dag trívist hann væl í Føroyum. Hann spælir hondbólt, hevur góðar vinir og arbeiðir í einum góðum umhvørvi. Hann hevur trý semestur eftir á Fróðskaparsetrinum, men veit ikki enn, um hann fer aftur til Fraklands at lesa víðari ella verður verandi í Føroyum.


Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Dettur væntandi niður í nátt

Í gjár kl. 23:57

Ringar at skjóta niður

18 tímar síðan

STRIKA GJALDIĐ Á TÓM HÚS

9. mars kl. 19:42