Í 2025 var vinnutíttleikin millum tey 15 til 74 ára gomlu 84 prosent, sum er hægst í Evropa. Munurin kemst serstakliga av, at Føroyar hava fleiri arbeiðsvirknar kvinnur í mun til onnur lond. Hjá monnum hava Føroyar nú næsthægsta vinnutíttleikan, beint eftir Ísland.
Uppgerðin av arbeiðsmegini er gjørd við støði í nýggjum háttalagi. Hagtølini eru endurskoðað aftur til 2015 við nýggja háttalagnum. Nýggja uppgerðin hevur við sær broytingar í hagtølunum, ið eru lýstar í kassanum niðast í greinini.
Í arbeiðsmegini eru tey, sum kunnu veita arbeiðsmegi. Arbeiðsmegin fevnir um arbeiðsvirkin - sum eru starvsfólk og sjálvstøðug vinnurekandi - og arbeiðsleys. Vinnutíttleikin telur hvussu stórur partur av fólkinum er í arbeiðsmegini.
Ein stórur partur av fólkinum í Føroyum hevur tilknýti til føroyska arbeiðsmarknaðin. Í november 2025 var vinnutíttleikin 84 prosent í aldrunum frá 15 til 74 ár. Vinnutíttleikin hevur seinastu árini ligið støðugt millum 82 og 85 prosent.
Vinnutíttleikin framvegis hægstur í Evropa
Árliga kanningin av arbeiðsmegini verður gjørd eftir altjóða leisti í samsvari við leiðreglurnar hjá International Labour Organisation (ILO) undir Sameindu Tjóðum. Hetta ger føroysku tølini sambærlig við onnur lond, eitt nú við hagtøl hjá Eurostat, ið er hagtalsstovnurin í Evropasamveldinum.
Føroysku tølini eru frá fjórða ársfjórðingi í 2025. Eurostat hevur enn ikki gjørt arbeiðsmegina upp fyri hetta tíðarskeiðið. Fjórði ársfjórðingur frá 2024 verður tí nýttur til samaberingar. Orsøkin til at nýta fjórða ársfjórðing í 2024 (heldur nýggjari uppgjørd evropisk hagtøl, sum til dømis triðja ársfjórðing í 2025) er, at tey eru meira sambærlig orsaka av árstíðarbroytingum í arbeiðsmegini í londunum. Aldrarnir frá 15 til 74 ár er altjóða sambærliga aldursspennið, sum verður brúkt.
Samanberingin vísir, at vinnutíttleikin í Føroyum framvegis er hægstur í Evropa. Næsthægstur er vinnutíttleikin í Íslandi, sum er 80 prosent. Í Føroyum og Íslandi er vinnutíttleikin munandi hægri enn í hinum Norðurlondunum. Soleiðis hevur støðan verið í nógv ár. Í Svøríki, Danmark og Noregi er vinnutíttleikin millum 73 og 74 prosent, meðan hann er 68 prosent í Finnlandi.
https://hagstova.fo/fo/tidindi/framvegis-haegsta-vinnutittleika-i-evropa