Ongi úrslit

Framløga við Jewish Agency

Um neyðhjálp til raktar familjur í Ísrael

Jóhanna Højgaard
13. august kl. 19:45

Tórsgøta” fevnir um Reinsaríið, Perluna, Auluna í Finsen, Listahøllina, Ostahúsið, Garasjuna og Smiðjuna í Lítluvík.

Tey fara at hava eina framløgu mikudagin 17. septembur, við einum umboð frá Jewish Agency.

Umboðið hevur starvast í felagsskapinum í yvir 17 ár og leiðir Victims Fund of Terror, sum veitir bráðfeingis og langtíðar stuðul til raktar einstaklingar og familjur.

Jewish Agency arbeiður við at fáa neyðhjálp til familjur, sum eru raktar av álopum í Ísrael.

Tiltakið fer fram í Auluni í Finsen.

“Tórsgøta” skrivar á Facebook:

-Framløgan lýsir arbeiðið á staðnum og skipanina kring neyðhjálp og stuðul.

Tiltakið er skipað av Vinafelagnum Føroyar-Ísrael í samstarvi við Keren Hayesod, sum Vinafelagið Føroyar–Ísrael hevur havt samstarv við í nærum 20 ár.

Øll eru vælkomin at luttaka og fáa innlit í skipanirnar, sum verða brúktar í arbeiðinum

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Endaliga avgreitt á Løgtingi: Næsta ár fáa kvinnur í Føroyum fría fosturtøku

4. desember kl. 16:57