Ongi úrslit

Framgongd í øllum kommunum higartil í ár

Men upp á seg er framgongdin nógv størt í Sandoynni

Áki Bertholdsen
Í gjár kl. 13:50

Tað gongur væl í teimum ymsu kommununum kring landið. Higartil í ár, altso frá januar til juli, hava kommurnar fingið tilsamans stívliga 1,55 milliard inn í kommunuskatti og tað eru 110,9 milliónir, ella 7,69 prosent meir enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Tað vísir ein uppgerð hjá Taks, og uppgerðin vísir eisini, at allar tær 29 kommunurnar hava fingið meiri inn í skatti higartil í ár enn tær fingu í fjør.

Men upp á seg er framgongdin nógv størst í Sandoynni. Skopunar kommuna fekk  12,4 milliónir inn í skatti sjey teir fyrstu mánaðirnar í ár og tað eru 18,91 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Skálavíkar kommuna fekk góðar 4,3 milliónir inn í skatti og tað eru 20,05 prosent meiri enn í fjør og Húsavíkar kommuna fekk 2,7 milliónir inn í skatti og tað eru heili 29,35 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Á Sandi fingu tey slakar 14,1 milliónir inn í skatti og tað eru 11,09 proent meiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Hesar sjey fyrstu mánaðirnar í ár hevur landskassin fingið slakar 1,3 milliardir inn í skatti og tað eru 5,71 prosent meiri enn í fjør.

Inntøkan av pensjónsskatti vóru 279,3 milliónir teir fyrstu sjey mánaðirnar í ár og tað eru      12,56 prosent meiri enn í fjør.

Tað er bara á einum øki, at tað er afturgongd og tað er í kirkjuskattinum. Inntøkan av kirkjuskatti var 45,2 milliónir í tíðini frá januar til juli í ár og tað eru 2,03 minni enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Sí annars talvina niðan fyri

Mest lisið hesa vikuna

Út av lagið vánaligt

Í gjár kl. 18:00

Tvøroyrar kommuna biður um hjálp

3. august kl. 16:00

Vilja hava útlending vístan úr Føroyum

6. august kl. 07:41

Mein Kampf og Kári Sverrisson

4. august kl. 19:00

Suðuroyarsiglingin hjá Galaxy er framskundað eina viku

1. august kl. 13:35

Nú takkar hann fyri seg í politikki

4. august kl. 12:15