Ongi úrslit

Frakland vil útihýsa Shein

Fleiri pallar eru kannaðir, eftir at barnalíknandi kynsdukkur vórðu funnar til sølu.

Jóhanna Højgaard
6 tímar síðan

Franska stjórnin forðar nú fyri atgongd til kinesiska handilspallin Shein.

Hetta hendir, eftir at eitt franskt brúkararáð rópti varskó um vikuskiftið, tí at kynsdukkur, sum avmyndaðu børn, vórðu funnar á hesum pallinum. Hettar skrivar BBC.

Kinesiskir nethandlar sum AliExpress, Temu og Shein eru síðan allir kannaðir í Fraklandi.

Hetta hendi bert fáar tímar eftir, at fjøldin av keyparum – og mótmælisfólkum – møttu upp til upplatingina av fyrsta handlinum hjá asiatiska e-handilsrisanum í París.

Franski brúkaravaktarhundurin sigur, at lýsingar av slíkum vørum á heimasíðuni hjá Shein gera tað trupult at ivast í, um innihaldið er barnapornografiskt.

Franska dagblaðið Le Parisien sigur, at umrødda vøra – ein 80 sentimetrar høg dukka, sum heldur eini bamsu – fylgdi við eini beinleiðis kynsligari lýsing á heimasíðuni hjá Shein.

Mest lisið hesa vikuna

Í vanda fyri at missa koyrikortið

30. oktober kl. 08:15

Tórunn fekk ársins ADHD viðurkenningina

31. oktober kl. 12:32

So gekk tað tíverri ikki longur

31. oktober kl. 20:15

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð til Suðuroyarleiðina og Suðuroynna!?

2. november kl. 13:59

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

3. november kl. 21:20