Ongi úrslit

Frælsan felagsskap

Vald yvur Grønland er týðningarmikið, fyri bæði amerikanskan búskap og tjóðskap

© Shealeah Craighead
Jóhanna Højgaard
10. mai 2025 kl. 01:51

Tað er eingin loyna, Trump hevur leingi verið áhugaður í at yvurtaka Grønland. Han sigur at vald yvur Grønland er týðningarmikið, fyri bæði amerikanskan búskap og tjóðskap. Nú umhugsa embætismenn at bjóða Grønlandi eina avtalu um frían felagsskap.

Grønlendski miðilin KNR sigur, at ein slik avtala er at skilja sum eitt samstarv millum tvey sjálvstøðug ríki. Ein avtala, har annað landið kann velja at avhenda valdið yvir útvaldum økjum, til hitt landið.

Tað kundi til dømis verið, at USA selur bestemta vøru til Grønland uttan toll. Afturfyri sleppur amerikanska hervaldið at operera, akkurát hvar teir vilja í landinum.

Kjakið um frælsan felagsskap er ikki ókent í Grønlandi. Har hevur hesin felagsskapurin verið umrøddur sum ein møguligur framtíðar samstarvsháttur, við til dømis Danmark ella USA.

Ígjøgnum eina avtalu ímillum Danmark og USA frá 1951, hava amerikanarar tó longu rættuliga frælsa atgongd til Grønland. Tey kunnu longu nú, frítt økja um hervaldið á oynni um tey vilja.

Grønlendingar gerast ikki partur av USA, um teir takka ja til eina slíka avtalu.

Mest lisið hesa vikuna

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

Í gjár kl. 16:10

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

10. november kl. 09:01

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

9. november kl. 20:35

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Avmakt er eisini makt – hesin veturin verður drúgvur

11. november kl. 06:48