Ongi úrslit

Frá Pakkhús 4 til podcast-vinnuna í USA

Finnur Nielsen hevur gingið eina longra leið – frá at spæla bass á Tvøroyri til at arbeiða sum ljóðdesignari fyri eina amerikanska fyritøku, við milliónum av lurtarum. Tað er søgan um ein føroying, sum hevur tikið ljóð og søgur við sær út í heim.

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
Í gjár kl. 19:00

Tá Finnur Nielsen av Tvøroyri var barn, var ljóð altíð ein partur av lívinum. Foreldrini spældu til dans, og heima í stovuni var tónleikur nærum altíð frá. Sum átta ára gamal fór hann sjálvur at spæla í Pakkhús 4 og hóast leiðin seinni fór víðari burtur frá føroyska tónleikapallinum, hevur ljóðið altíð fylgt honum.

Eg kann ikki minnast eina tíð, har ljóð ikki hevur fylt nakað hjá mær, sigur Finnur.

Hann er í dag 28 ára gamal, búsitandi í Haderslev saman við unnustu síni, Marjun, og børnunum Hildur og Atlas. 

Eftir at hava spælt í fleiri bólkum, eitt nú. tungmálmsbólkinum, Asyllex, har hann millum annað skrivaði sangtekstir og spældi bass, fór áhugin spakuliga at flyta seg móti søgum og podcastum. 

Langar vaktir á Pelagic høvdu við sær, at hann hevði oyratelefonr í oyrunum og tað vakti ein nýggjan brennandi áhuga: Ljóðdrama.


Frá tónleiki til ljóðdesign

Tá unnustan legði  tankan fram, um at fara niður at lesa, fór Finnur at kanna, hvørjar møguleikar vóru innan ljóð. 

Hann fann út av, at ein ikki nýtist at vera rokkstjørna fyri at arbeiða við ljóði – og tað gjørdist vendipunktið.

Á Sonic College í Kolding fann hann útbúgvingina, sum skuldi vísa honum nýggjar leiðir. 

Skúlin er partur av UC Syd og hann er tann einasti av sínum slag í øllum Evropa. 

Har lærir ein alt, sum hevur við ljóðfrásøgn og menning at gera - bæði ljóðdesign til film, telduspøl, ljóðlist, podcast, útvarp og tónleik.

Undirvísingin er sera handaliga, og næmingarnir arbeiða við veruligum verkætlanum frá fyrsta degi. 

Har er stórur dentur lagdur á samstarv við vinnuna og á at læra, hvussu ein skal netverka, marknaðarføra seg og finna sítt egið listarliga úttrykk.

Finnur valdi at specialisera seg innan ljóð til telduspøl og fekk starv í Aalborg sum “studiemedarbejder”, har hann arbeiddi við dialog-redigering og ljóðdesign til spøl. 

Men áhugin fyri røddum og søgum dró hann í aðra ætt.

– Tað var altíð nakað serligt við at arbeiða við ljóði, sum skuldi bera søguna sjálva. Har hevði tú ongar myndir at styðja teg til – alt skuldi gerast livandi í hugflognum hjá lurtaranum, sigur hann.

Tá hann skuldi í starvsvenjing, leitaði hann eftir einum staði, har hann kundi arbeiða við júst hesum. Tað førdi hann til USA.

Hvat er ljóðdesign?

At arbeiða við ljóðdesign er nógv meira enn at blanda tónar saman. Ein ljóðdesignari, ella ljóðsniðgevi, røkir ljóðsamleikan hjá einum verki: tað kann vera ein filmur, eitt telduspæl, ein útvarpssending ella ein heildarfrásøgn.

Tað, sum nógv ikki hugsa um, er, at næstan alt, tú hoyrir í einum filmi ella podcasti, er lagt afturat eftir upptøkuna: fótafet, stormur, jakka­skróv, eiturkoppar, skuggaljóð. 

Allar hesar smálutir eru partur av arbeiðinum hjá ljóðdesignaranum.

– Tað er sjálvdan, man hugsar um, hvussu nógv ljóð mann hoyrir til dagliga, men so skjótt sum tey mangla, merkir man tað beinanvegin, sigur Finnur.

Hann arbeiðir við upptøkum, ljóðsøvnum og effektum, sum skulu skapa eitt trúligt ljóðbílæt. Og í ljóðdrama er tað júst hetta, sum ber alla søguna. Ljóðið er bæði mynd, andlit og landslag í senn.


Ljóðheimurin hjá Fool & Scholar

Tað var í 2023, at Finnur fekk høvið at arbeiða fyri Fool and Scholar Productions – eina óhefta amerikanska fyritøku, ið framleiðir fiktiónspodcast og ljóðdrama. Tey hava vunnið yvir 80 virðislønir og hava lurtarar kring allan heimin.

Hann søkti um pláss at verða í starvsvenjing og fekk pláss - og mitt í starvsvenjingartíðini varð hann biðin um at halda fram sum ljóðdesignari. 

Í dag arbeiðir hann fulla tíð fyri fyritøkuna og hevur ábyrgd av øllum ljóði, saman við stovnaranum, Travis Vengroff.

Arbeiðsdagurin er alt annað enn vanligu, tað eru: upptøkur við sjónleikarum úr øllum heiminum, ljóðblanding, redigering og samstarv tvørtur um tíðarsonu.

Eg kann sita og klippa røddina hjá einum sjónleikara í Kanada um náttina og síðani taka upp ein japanskan leikara morgunin eftir. Tað ger arbeiðið bæði avbjóðandi og spennandi, sigur hann.

Eitt av teimum størstu arbeiðunum hjá honum hevur verið The White Vault – ein gysara fiktiónssending, sum er spæld yvir 50 milliónir ferðir. 

Her hevur hann ábyrgdina av øllum ljóðdesigni, og fyri hetta arbeiðið hevur hann verið í uppskotiðtil fleiri altjóða virðislønir, millum annað í New York og Rio.

Altjóða samstarv og japanskt toppnummar

Saman við toyminum hjá Fool & Scholar Productions hevur Finnur arbeitt við altjóða verkætlanum, har sendingar verða tulkaðar og ljóðblandaðar til nýggjar marknaðir. 

Eitt av nýggjastu dømunum er ein japansk útgáva av gysarasendingini, Tales from the Tower, sum hevur ligið nr. 1 á fiktiónshittlistanum í Japan síðan Halloween.

Tað krevur bæði tol og fleksibilitet at arbeiða í einum toymi við limum úr øllum heiminum, men fyri Finnur, er tað júst tann fjølbroytta mentanin, sum ger arbeiðið serligt. 

Hann hevur eisini ferðast til Bayern í Týsklandi fyri at arbeiða á staðnum - og longu nú er greitt, at hann aftur skal á ferð.

Frá Tvøroyri til toppin

Søguna hjá Finnuri er trupult at ikki lata seg kveikja av. Hann hevur sjálvur spælt seg frá pakkhúsloftinum á Tvøroyri til eina altjóða vinnu, har hann arbeiðir við nøvnum sum Jeff Goldblum og LilyPichu, og hann kennir seg takksaman fyri hvønn møguleika.

Um tú hevði sagt mær fyri fimm árum síðani, at eg fór at hava ábyrgdina av ljóðinum á eini sending, sum 50 milliónir fólk lurta eftir, hevði eg neyvan trúð tí, sigur Finnur

Hann sigur, at lykilin liggur í at tora at vísa seg fram og taka kjansir: at seta seg sjálvan út á marknaðin og trúgva, at tað ber til.

Tí eins og ljóðini, sum hann arbeiðir við, gerast søgurnar størri, tá tær verða deildar við onnur.


Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

16. desember kl. 10:02

Eitt demokrati í kreppu

Í gjár kl. 18:48