Ongi úrslit

Fosturtøkulógin í vanda

Bjarni Kárason Petersen, valevni fyri Framsókn
11. mars kl. 12:23

Til hetta valið hava fleiri valevni - serliga úr Fólkaflokkinum og Miðflokkinum - lovað at rulla nýliga samtyktu fosturtøkulógina aftur.

Nýggja fosturtøkulógin tryggjar kvinnum ein ræðisrætt og avgerðarrætt yvir egnum kroppi og lívi. Nú er hendan lógin í álvarsligum vanda.

Fólkaflokkurin, sum fer á val uppá at geva valdið til fólkið, valdið yvir hvussu títt lív og tín framtíð skal síggja út og spyr veljaran hvørt tað er politikarin ella tú sjálvur sum veit best, stóð sum ein maður og atkvøddi móti fosturtøkulógina, tá ið hon fór til atkvøðugreiðslu í 2025.

Nú hava fleiri valevni lovað at strika lógina, um tey sleppa framat.

Tí er tað týdningarmikið at veljarin fær greitt at vita, hvørt flokkurin, sum stendur at vinna valið, fer at rulla lógina aftur ella ikki.

Framsókn hevur ein politikk, sum sigur at kvinnan skal hava ein rætt til sjálv at gera av innan 12. viku. Bara Framsókn og Miðflokkurin hava tikið støðu til spurningin sum flokkar - við øllum hinum flokkunum veist tú tíverri ikki, hvat tú fært.

Tí má veljarin hava hetta í huga, tá ið hann setir krossin. Tí tað kann fáa avgerðandi týdning fyri sjálvsavgerðarrættin hjá kvinnum í Føroyum.

Bjarni Kárason Petersen
valevni fyri Framsókn

Mest lisið hesa vikuna

Sambandsflokkurin hevur valt landsstýrisfólk

9. apríl kl. 11:43

Sjúrður Skaale og Ísrael - fiktión heldur enn fakta

Í gjár kl. 18:41

Samgonguskjalið fekk avleiðingar beinanvegin

9. apríl kl. 12:15

Tá tú starir niður í dýpið, starir dýpið eisini inn í teg

11. apríl kl. 15:30

Verða Magn og Effo non-profit ella fái eg vinningsbýtið frá SEV?

12. apríl kl. 12:03

Hildu at flogfarið datt niður

Í gjár kl. 20:30