Ongi úrslit

Forsøgnin fimm dagar fram

© Shoot It
Jóhanna Højgaard
8 tímar síðan

Forsøgn galdandi til hósmorgunin

Lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Samdrigið, í støðum mjørki og okkurt ælið, men sum frá líður turt fyri tað mesta og sólglottar, tó kanska framvegis mjørki ella okkurt ælið í støðum. Út á kvøldið frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Hitin alt samdøgrið 7 til 12 stig.

Hósdagin

Frískur vindur upp í strúk millum landnyrðing og eystan, 8 til 13 m/s, sum frá líður vaksandi til frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Samdrigið og fyrst bert okkurt ælið, út á seinnapartin líður regn sunnaneftir. Hitin 5 til 10 stig.

Fríggjadagin

Lot av ymsum ættum, minni enn 6 m/s, samdrigið og stundum mjørki og okkurt ælið. Hitin um 10 stig.

Leygardagin

Lot millum sunnan og eystan, minni enn 5 m/s, skýggjað og stundum mjørki við onkrum æli, eitt skifti kanska regn. Út á kvøldði frískt lot til frískan vind millum eystan og landnyrðing, 5 til 10 m/s. Hitin 6 til 11 stig.

Sunnudagin

Frískur vindur upp í strḱ eystan, 8 til 13 m/s, samdrigið, támut og kanska regn eitt skifti. Hitin 8 til 12 stig.

Mánadagin

Frískur vindur upp í strúk eystan, 8 til 13 m/s, samdrigið og stundum regn ella ælaveður. Hitin 6 til 10 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Í vanda fyri at missa koyrikortið

30. oktober kl. 08:15

Tórunn fekk ársins ADHD viðurkenningina

31. oktober kl. 12:32

So gekk tað tíverri ikki longur

31. oktober kl. 20:15

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð til Suðuroyarleiðina og Suðuroynna!?

2. november kl. 13:59

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

3. november kl. 21:20