Føroysku NM/NJM avrikini eru millum tey bestu nakrantíð

Tað sum minnir mest um, var NJM 2007, har Pál Joensen (1990, SuSvim) vann gull í 200, 400 og 1500 frí, og Kári J. á Høvdanum (1990, Ægir) silvur í 50 rygg og bronsu í 100 rygg

Landsliðshópurin á NM/NJM 2024. Rúna Jakobsen eigur myndina
svimjing.com
3. desember 2024 kl. 23:15

Vit skulu langt aftur í søgubøkurnar, til at finna eina Norðurlendska Meistarastevnu og JuniorMeistarastevnu har føroyskir svimjarar stóðu seg so mikið væl, sum hesar tríggjar dagarnar nú í Vejle.

 

Heiðursmerki

  • Líggjas Joensen (2008, Ægir) NJM-gull í 400 frí

  • Lea O. Højsted (2008, Ægir) NJM-bronsu í 200 bringu

  • Mennirnir (2003, SSF) NM-bronsu í 4×200 frí

  • Líggjas Joensen (2008, Ægir) NJM-silvur í 1500 frí

  • Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) NM-gull í 200 firvald

  • Líggjas Joensen (2008, Ægir) NJM-silvur í 200 frí

Met

  • Lea O. Højsted (2008, Ægir) føroyskt met og juniormet í 200 bringu

  • Mennirnir (2003, SSF) føroyskt landsliðsmet í 4×200 frí

  • Lea O. Højsted (2008, Ægir) føroyskt met og juniormet í 100 bringu

  • Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) føroyskt met í 200 firvald
    – fyrsti undir 2 minuttir í 200 firvald

  • Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) føroyskt met í 100 frí
    – fyrsti undir 50 sekund í 100 frí

  • Mennirnir (2003, SSF) føroyskt landsliðsmet í 4×100 frí

Tilsamans

2 gull, 2 silvur og 2 bronsur, 5 føroysk met, 2 føroysk juniormet og 2 føroysk landsliðsmet, umframt søgulig úrslit so sum fyrsti undir 2 min í 200 firvald, og fyrsti undir 50 sekund í 100 frí.

Tað sum minnir mest um, var NJM 2007, har Pál Joensen (1990, SuSvim) vann gull í 200, 400 og 1500 frí, og Kári J. á Høvdanum (1990, Ægir) silvur í 50 rygg og bronsu í 100 rygg.