Ongi úrslit

Føroyski fótbóltsáskoðarin kann gleða seg til eitt fótbóltsríkt umfar í Meistaradeildini

Eli Hentze er fyrsti fótbóltskøni vit hava fingið inn at greiða frá hvat hann heldur

Vilhelm Clementsen
3 tímar síðan

Vit her á dimmu fara at byrja ein fastan tátt har vit fáa ein fótbóltkønan at tippa um umførini í Meistaradeildini hjá monnum. Hesufer hava vit fingið Eli Hentze fyrrverandi hjálparvenjara á A landsliðinum at koma við einum boði uppá úrslitini av 2 umfariði av kappingini.

Hann tippar so:

Víkingur v B36 x

KÍ v NSÍ 1

HB v 07Vestur 1

EBS v AB 1

B68 v Skála x

Gleðiligt, at fótbólturin er farin á rull aftur!

Føroyski fótbóltsáskoðarin kann gleða seg til eitt fótbóltsríkt umfar í Meistaradeildini. 

Víkingur v B36

Fyrsti dysturin hetta umfarið er í Sarpugerði, tá árstalsfelagið úr Gundadali vitjar! Fótbóltsviðmerkjarar royna av øllum alvi at flyta B36 nærri oddinum, meðan skurarnir flúgva heldur lægri hesuferð. Heimavøllurin er søguliga stinnur, men vænti ein javnan dyst! 

KÍ v NSÍ

Størsti FM-biðilin KÍ hevur heimavøll móti harðasta kappingarneytanum í fjør NSÍ. Er ein frískur Brandur Olsen við á NSÍ liðnum økist møguleikin fyri einum úrsliti, ið ber stig við sær. Men á heimavølli tapir KÍ ikki – ella tað siga hatølini hesi síðstu árini! 

HB v 07 Vestur

Mest upplagdi sigurin er tó at finna í Gundadali, tá ið HB tekur ímóti 07Vestur! Vágamenn hava søguliga ilt við at fáa nakað burturúr, tá vitjað verður í høvuðsstaðnum. Og HB telist millum liðini, sum standa beint afturfyri kongabláu klaksvíkingarnar, tá ið gitast skal um, hvar gullkrónurnar fara at hanga við kappingarárslok, tó at sólin enn stendur lágt á himli, og tjøldrini lendu í gjár! 

B68 v Skála

Liðini, sum væntast at liggja frá miðjuni og niðureftir, hittast innanhýsis. Á Toftum er bert fjørðurin, sum skilir liðini, og hvørgin parturin fekk úrtøku í fyrsti umfari, tá ið skálamenn taptu tepurt á heimavølli móti HB, og B68 mátti lúta á Argjum. Á Toftum verður javnt! 

EB Streymur v AB

Og í Streymnesi vinnur heimaliðið móti AB! Sigfríður Clementsen og hansara menn hava í fleiri ár verið serstakliga dugnaligir at fáa ”neyðugu” stigini móti veruligu kappingarneytunum, og so her og har dugað at stolið molar frá onkrum av teimum meira vælbjargaðu! 


Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

9. mars kl. 15:03

Ávara føroyingar um at fremmandar maktir kunnu royna at ávirkan á valini

Í gjár kl. 14:46

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

9. mars kl. 07:49

Ringar at skjóta niður

Í gjár kl. 20:30

Dettur væntandi niður í nátt

10. mars kl. 23:57