Tvær føroyskar fyritøkur vóru millum tær 10 útvaldu fyritøkurnar, sum sluppu at luttaka í pitchkappingini Fermented Shark Tank Semi-Finals á Iceland Innovation Week í Reykjavík. Kappingin fór fram 28. apríl í Gróska, har startup-fyritøkur úr Íslandi og útlondum fingu høvi at leggja síni hugskot fram fyri dómarar og áhoyrarar. Tær fimm bestu fyritøkurnar sluppu víðari til finaluna, sum varð hildin 29. apríl á Future Stage í Austurbæjarbíó.
Føroysku fyritøkurnar vóru Swaply, stovnað av Hanusi Jógvansson, og Tann grøna matveitingin, stovnað av Joan Sørensen. Báðar fyritøkurnar vórðu valdar út millum fleiri umsøkjarar at vera við í semi-finaluni, har tær kundu vísa, hvussu føroysk nýskapan kann loysa ítøkiligar avbjóðingar innan ferðing, burðardygd, mat og nýtslu av tilfeingi.
Swaply er ein talgildur pallur til bústaðarbýti, sum ger tað møguligt hjá fólki at býta bústað við onnur heldur enn at leiga hotell ella Airbnb. Við hesum kunnu familjur ferðast bíligari, samstundis sum verandi bústaðir verða brúktir betur, heldur enn at standa tómir, meðan eigararnir eru burturstaddir. Swaply hevur longu eitt virkið útgangsstøði við eini stórari Facebook-fylgju og fleiri hundrað brúkarum á pallinum, har bústaðir úr ymsum londum eru skrásettir.
Tann grøna matveitingin arbeiðir við plantugrundaðum máltíðum og ringbúskapi í føroyska matvørukervinum. Joan Sørensen hevur ment eitt umhvørvisrættað køkskonsept, har endamálið er at gera plantuframrættaðan mat lættari, bíligari og meira atkomuligan hjá føroyingum. Í pitchinum legði Joan millum annað dent á, at fyritøkan dagliga selur umleið 50–100 máltíðir, og at hon hevur fingið fígging til at bjarga trimum tonsum av vistfrøðiligum føroyskum rótfruktum, sum nú verða virkaðar til matvørur og settar á marknaðin.
Tann grøna matveitingin megnaði at vinna seg víðari úr semi-finaluni og varð sostatt ein av teimum fimm fyritøkunum, sum sluppu at pitcha á stóra pallinum í finaluni í Austurbæjarbíó 29. apríl.
Fermented Shark Tank er ein sermerkt pitchkapping á Iceland Innovation Week, har luttakarar kunnu velja at taka ein bita av íslendskum hákarli og eitt skot av Brennivín, áðrenn teir leggja sína fyritøku fram. Kappingin er opin fyri startup-fyritøkum úr Íslandi og úr útlondum, og hon gevur fyritøkum høvi at fáa sjónligheit, sambond og afturmelding frá royndum dómarum og íverksetaraumhvørvinum.
Føroyska luttøkan varð samskipað av Hugskotinum og er partur av eini verkætlan stuðlað av NORA, sum arbeiðir fyri at styrkja samstarv, menning og nýskapan í norðuratlantiska økinum.
At tvær føroyskar fyritøkur vóru millum tær 10 útvaldu, og at onnur teirra kom í finaluna, vísir, at føroyskir íverksetarar hava hugskot og loysnir, sum eisini hava áhuga uttan fyri Føroyar.
Vit ynskja Hanusi Jógvansson og Joan Sørensen hjartaliga tillukku við flottu luttøkuni – og Joan tillukku við finaluplássinum.