Ongi úrslit

Føroyskar fyritøkur fáa nýggjar møguleikar í Suðurkorea

Mikudagin 29. apríl er seinasta freist at melda til almennu vinnuferðina til Suðurkorea, sum verður í døgunum 7. til 12. juni 2026.

© Vinnuhúsið
Seoul - høvuðsstaðurin í Suðurkorea.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Ferðin er skipað av Vinnuhúsinum í samstarvi við Uttanríkistænastuna og DI Suðurkorea. Endamálið er at styrkja sambondini millum føroyskt og suðurkoreanskt vinnulív og at skapa betri møguleikar fyri samstarvi og útflutningi.

Stórur marknaður fyri føroyskar fyritøkur

Suðurkorea verður mett sum ein týðandi marknaður, serstakliga fyri fiskavørur. Landið telist millum tey lond, sum eta mest fisk í heiminum per íbúgva.

Sambært Vinnuhúsinum røkka møguleikarnir tó longri enn matvørur. Tað eru eisini áhugaverdir møguleikar innan tøkni, skipasmíð, havnir og flutning.

Ein týðandi partur av skránni er altjóða matvørumessan Seoul Food Expo. Her fáa føroyskar fyritøkur høvi at hitta samstarvspartar og skipa fyri fundum við suðurkoreanskar fyritøkur.

Skrá við vitjanum og fundum

Ferðin fevnir um vitjan í bæði Seoul og Busan. Í Seoul er matvørumessan høvuðspunktið. Í Busan eru m.a. vitjanir á skipasmiðju og havn, umframt fundir innan fiskivinnu.

Ætlanin er eisini at skipa fyri fundum við viðkomandi vinnupørtum fyri at tryggja eina munagóða úrtøku fyri luttakarar.

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur váttað politiska luttøku. Ætlanin er, at eitt landsstýrisfólk skal standa á odda fyri ferðini. Endalig støða verður tikin, tá nýtt landsstýri er skipað.

Trýst fyri meira info og tilmelding

Mest lisið hesa vikuna

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 milliónir markaðar til bileigarar

23. apríl kl. 00:18

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

Í gjár kl. 07:44