Ongi úrslit

Føroyska sendistovan í Ísrael luttók í altjóða ruddingardegi

Marta Sigurðsdóttir Haraldsen
11 tímar síðan

Í sambandi við Sameindu Tjóða World Clean-up Day luttók føroyska sendistovan í Ísrael nýliga í ársgongdu EU Beach Clean-up-átakinum, sum hesa ferð varð hildið á strondini í Rishon LeZion, sunnanfyri Tel Aviv.

Tiltakið varð skipað av sendiharranum hjá Evropeiska Samveldinum í Ísrael í samstarvi við umhvørvisfelagsskapin Zalul, sum arbeiðir fyri at verja og betra um hav- og strandumhvørvið í Ísrael.

Luttakarar vóru sendiharrar og umboð úr fleiri ES-londum, starvsfólk á sendistovum í Ísrael, skúlabørn og næmingar úr Young Diplomats-skránni. Øll hjálptu við at at savna rusk og burturkast á strondini og fingu samstundis høvi at skifta orð um, hvussu londini kunnu samstarva um grønar loysnir og betri umhvørvisvanar.

Mest lisið hesa vikuna

Í vanda fyri at missa koyrikortið

30. oktober kl. 08:15

Tórunn fekk ársins ADHD viðurkenningina

31. oktober kl. 12:32

So gekk tað tíverri ikki longur

31. oktober kl. 20:15

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð til Suðuroyarleiðina og Suðuroynna!?

2. november kl. 13:59

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

3. november kl. 21:20