Tað er øgiligur føroyskur fagnaður í Sveis. Kvinnulandsliðið í hondbólti hevur skrivað søgu. Úrslitið ímóti Kroatia var 17-17. Føroysku kvinnurnar hava vunnið fyrsta stigið í EM endaspæli.
Tað er ein sensatión, men kortini er smakkurin í føroysku leguni ikki heilt góður, tí sannleikin er, at Føroyar vóru tættari at vinna bæði stigini, enn Kroatia var.
Hálvleiksstøðan var 9-8 til Kroatia, og tá ið klokkan vísti 54.29 løgdu Føroyar seg fyri fyrstu ferð á odda.
-Vit eru ovurfegin, og hetta eigur ikki at lata seg gera, men kortini iðra vit okkum eitt sindur um, at tað ikki eydnaðist at vinna. Tað er stórt, at vit vunnu eitt stig, men avrikið var so gott, at vit høvdu møguleika at vinna bæði stigini. Tað skal tó ikki skugga yvir framúr avrikinum og javnleikinum. Skipanin var alla tíðina góð í verjuni, og Annika var framúr í málinum, staðfestir føroyski venjarin Claus Leth Mogensen í samrøðu við Kringvarpið.
Meðan avrikið fríggjakvøldið ímóti Sveis í tað mesta av trimum korterum var eyðkent av fjáltri og nógvum persónligum mistøkum, so var tað frá fyrsta bríksli í dag greitt, at Føroyar vóru í heilt aðrari útgávu. Verjuspæli við Brynju Høj og Pernille Brandenborg á odda var heilt framúr. At verður spælið var so sannførandi bar við sær, at treytirnar hjá Anniku Fríðheim Petersen í málinum vóru góðar, og Annika avrikaði á sovornum støði, sum tað sjáldan sæst. Hon bjargaði 15 av 28 skotum, og tað er heilt óvanligt, at bjarginarprosentið er 53,57.