Ongi úrslit

Føroysk økisnøvn gerast dýrari

Føroysku .fo-økisnøvnini hækka nú í prísi. Frá 14. apríl 2025 fer ársgjaldið at hækka úr 350 krónum upp í 400 krónur, íroknað mvg.

Halgir Winther Nagata
3. apríl kl. 14:45

Føroysku .fo-økisnøvnini hækka nú í prísi. Frá 14. apríl 2025 fer ársgjaldið at hækka úr 350 krónum upp í 400 krónur, íroknað mvg. Tað upplýsir FO-ráðið, sum umsitur føroysku økisnøvnini, í einum teldubrævi til kundar.

Tey, sum longu hava goldið fyri sítt økisnavn, verða ikki rakt av broytingini, og hækkingin er bert galdandi fyri komandi endurnýggingar og nýggjar skrásetingar.

Orsøkin til hækkingina er, sambært FO-ráðnum, ein samanrenning av fleiri viðurskiftum: størri krøv til trygd, nýggjar íløgur og hægri útreiðslur til veitingar. Samstundis hevur felagið gjøgnumført eina stóra skipanarbroyting og skift til eina føroyskt menta umsitingarskipan, ið skal vera betri tillagað føroyska tørvin.

Eitt stórt stig í hesi menningini er, at Samleikin nú er virkin á skipanini. Tað merkir, at brúkarar nú kunnu rita inn við Samleikanum.

Í sambandi við broytingarnar er eisini reglugerðin fyri .fo-økisnøvn dagførd. Sambært FO-ráðnum skal tað skapa størri gjøgnumskygni, greiðari mannagongdir og geva betri amboð til at steðga phishing og øðrum ólógligum virksemi. Sum liður í hesum er Whois-skipanin nú latin upp, so tað ber til at síggja, hvør eigur eitt ávíst .fo-økisnavn.

Mest lisið hesa vikuna

Læknar hava svikað fyri milliardir

5. juli kl. 17:00

Ógvusligt ferðsluóhapp - leita eftir tveimum bilførarum

3. juli kl. 07:46

Gjald áðrenn etið verður

6. juli kl. 11:55

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

Í gjár kl. 13:00

Fótbóltsspælarar deyðir í ferðsluvanlukka: Halda seg nú kenna orsøkina

3. juli kl. 12:00

Háskúlin hevur fingið nýggjan stjóra

4. juli kl. 22:53