Ongi úrslit

Føroyingarnir løgdu bragdliga fyri

Badminton: Allir spælararnir vunnu seg í dag víðari í einstaklinga kappingini

Badmintonsamband Føroya/Johnny í Grótinum
6 tímar síðan

Í dag varð farið undir einstaklingakappingarnar, har einstøku leikararnir kappaðust í ávíkavíst einmansleiki og tvímansleiki. Kappast verður eftir cup-skipanini, har tú vinnur ella forsvinnur.

Allir føroysku badmintonleikararnir vunnu allar sínar fyrstu dystir. Serliga spennandi gjørdist dysturin millum Christian Berg Petersen og grønlendska Julian King, har tað eydnaðist Christian at vinna triðja settið 21-19. Hini settini endaðu 21-10, 11-21.

Í morgin helda kappingarnar í einmansleiki og tvímansleiki áfram til og við hálvfinalurnar. Hósdagin verður kappast í blandaðum tvímansleiki. Allar finalurnar verða leiktar fríggjadagin.

Á myndini síggjast Sanna og Mia Thorkildshøj, sum saman vunnu seg víðari í tvímansleiki.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

Í gjár kl. 07:54

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56