Føroyingar tryggjaðu í dag Víkingi FM heitið

Felags fyri allar teir, sum eru á og um meistaraliðið í Eysturkommunu, er, at teir búgva í kommununi ella í grannalagnum

Jóannes Hansen
20. oktober 2024 kl. 21:18

So er tað greitt, sum hevur ligið í luftini síðani einaferð tíðliga í summar, og sum hevur verið veruleiki síðani síðst í august, uttan at tað var ástøðiliga staðfest. Eftir 1-1 í Gundadali ímóti HB í dag er tað staðfest, at Víkingur er føroyameistari, og at yngsta felagið í fremstu deildini, sum varð stovnað í 2008, hevur vunnið FM fyri triðju ferð.

Avrikið og úrslitið er merkisvert, tí føroyameistaraliðið er bara mannað við føroyskum spælarum. Í gjár vann Víkingur næstbestu deildina. Eisini har eru tað lokalir spælarar, sum manna liðið, og sum við avrikum og úrslitum vísa, at tað er samband millum liðini.

Jóhan Petur Poulsen er venjari. Hann hevur verið venjari í Víkingi síðani 2015, og hann hevur havt høvuðsábyrgdina av Víkingi síðani á heysti í 2020. Av teimum 15 spælarunum, sum vóru á vøllinum í Gundadali í dag, búgva 11 í Eysturkommunu, og fýra búgva kring Skálafjørðin. Jóhan Petur Poulsen er ættaður av Toftum. Hann býr á Strondum, og hann er í fulltíðarstarvi sum venjari hjá Víkingi.

Í leiðsluni í felagnum eru skiftingarnar fáar og smáar. Brandur Jacobsen, sum er glyvramaður við bústaði í Syðrugøtu, haðani mamman er ættað, er formaður í Víkingi. Tað hevur hann verið nógv tey flestu árini, síðani felagið varð stovnað í 2008. Á FM myndini sæst, at fleiri av teimum, sum í nítiárunum vóru við til at vinna FM fýra ferðir við GÍ, eru knýttir at besta liðnum, og fleiri aðrir gamlir fótbóltsspælarar í Gøtu og Leirvík eiga saman við so nógvum øðrum lut í felagnum.

-Tað er felagið og trivnaðurin, sum er í hásæti, og sum er orsøkin til góðu gongdina, sum aftur er orsøkin til góðu úrslitini, og at vit nú eru meistarar á triðja sinni, sigur Atli Gregersen, sum er liðformaður. Seinnapartin leygardagin fara hann og liðfelagarnir at taka ímóti FM steypinum og gullkrónunum, tá ið síðsta bríksl hevur verið í Sarpugerði, har 07 Vestur verður gestur.

https://www.dimma.fo/grein/myndir-vikingur-foroyameistari-2024

KÍ – B36 2-2 (0-0)

1-0: Páll A. Klettskarð

2-0: Hallur Hansson

2-1: Zean Peetz Dalügge

2-2: Anton Søjberg

Dómari: Heini Ziskason Viðoy

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Børge Petersen, Claes Philip Kronberg – Hallur Hansson, Albert Ejupi, René Shaki Joensen – Árni Frederiksberg, Páll A. Klettskarð, Kristoffer Ødemarksbakken

B36: Silas Eyðsteinsson – Jann J. Benjaminsen, Thomas Rømo Lillo,, Magnus Egilsson, Fabian Ness – Gutti Dahl-Olsen, Jelle van der Heyden, Mattias Hellisdal – Marius Kryger Lindh, Zean Peetz Dalügge, Hannes Agnarsson

B68 – EB/Streymur 1-4 (1-2)

0-1: Boubacar Dabo

0-2: Emil Weihe Joensen

1-2: Hanus Højgaard

1-3: Virgar Jónsson

1-4: Virgar Jónsson

Dómari: Eiler Rasmussen

B68: Tórður Thomsen – Fríði í Túni Petersen, Aleksandur Ólavsson Jensen, Aron Reinert Hansen, Hjalti Strømsten – Hanus Højgaard, Ragnar Samuelsen – Karstin Clementsen, Bárður ò. Jensen,  Jóhan Josephsen – Brian Jakobsen

EB/Streymur: Jóannes Eyðfinnson Davidsen – Bergur J. Poulsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Jákup N. Vilhelmsen – Mattias Blårud, Emil Weihe Joensen, Óli Eyðsteinsson Poulsen, Jóhann Hansson Joensen – Jens Erik Bruhn, Filip Djordjevic, Boubacar Dabo

 

 

Skála – NSÍ 0-0

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

Skála: Karstin Hansen – Bjarti Thorleifsson, Jákup Jakobsen, Markus J. Hellisdal, Djóni Petersen – Emil Rosenberg, Karl Martin Johansen, Nicolai Dohn – Ragnar Skála, Maxwell Effiom, Marjus Nón

NSÍ: Kristian Joensen – Pætur Hentze, Mirza Mujcic, Betuel Hansen, Lars Agardius – Beinir Nolsøe, Jógvan Højgaard, Aron Knudsen – Steffan A. Løkin, Klæmint A. Olsen, Petur Knudsen

 

07 Vestur – ÍF 5-1 (2-1)

1-0: Filip Brattbakk

1-1: Silas Gaard

2-1: Kevin Egell-Johnsen

3-1: Julian Mouritsen

4-1: Mikkel Elbæk Jakobsen

5-1: Albert Theis Nielsen

Dómari: Leivur Zachariassen

07 Vestur: Sebastian Linnet John – Kevin Egell-Johnsen, Dann Fróðason, Amer Ordagic, Jóannis á Steig – Filip Brattbakk, Mikkel Elbæk Jakobsen, Janus Svabo Samuelsen, Jón í Horni Nielsen – Oddur í Haraldstovu Petersen

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen –  Petur Meinhard Lundsbjerg, Bogi Reinert-Petersen, Peter Spangsgaard Ullum, Tonni J. Thomsen – Jóhann J. Højbro, Gundur E. Petersen – Silas Gaard, Jákup í Lambanum, Jákup Andrias Thomsen – Uros Stojanov

 

 

HB – Víkingur 1-1 (1-1)

1-0: Noah Mnenéy

1-1: Poul Kallsberg

Dómari: Alex Troleis

HB: Teitur Matras Gestsson – Mathias Voss, Bartal Wardum, Samuel Johansen Chukwudi, Viljormur Davidsen – Noah Mnenéy, Ejvind R. Mouritsen, Sammy Skytte – Leivur Fossdal Guttesen, Jákup L. Thomsen, Ári Mohr Jónsson

Víkingur: Bárður á Reynatrøð – Ari Olsen, Atli Gregersen, Arnbjørn Svensson, Bergur Gregersen – Árni Nóa Atlason, Géza Dávid Turi, Sølvi Vatnhamar – Poul Kallsberg, Jørgen Nielsen, Olaf Bárðarson

Víkingur

26

23

1

2

75

13

72

26

21

1

4

54

23

64

HB

26

18

2

6

51

22

56

NSÍ

26

13

3

10

53

39

42

B36

26

10

8

8

53

42

38

07 Vestur

26

9

3

14

33

56

30

EB/Streymur

26

9

1

16

34

45

28

Skála

26

5

5

16

27

54

20

B68

26

4

6

16

19

47

18

ÍF

26

1

4

21

23

81

7

 

Máltindurin

Páll A. Klettskarð KÍ

22

Petur Knudsen NSÍ

15

Áki D. Samuelsen HB

12

Marius Kryger Lindh B36

11

Poul Kallsberg Víkingur

11

Finnur Justinussen Víkingur

10

Steffan A. Løkin NSÍ

10

Sølvi Vatnhamar Víkingur

10

Zean Peetz Dalügge B36

10

27. umfar

Leygardagin 26. oktober kl. 14.00

ÍF – KÍ

Víkingur – 07 Vestur

NSÍ – B68

EB/Streymur – HB

B36 - Skála