Ongi úrslit

Føroyingar koyra bil uttanlands - uttan at hava loyvi til tað

Føroyska koyrikortið er ikki galdandi í serliga nógvum londum

Áki Bertholdsen
12. mars 2025 kl. 16:50

Landsstýrið eigur at skipa so fyri, at føroyska koyrikortið verður viðurkent í ES londunum. Tað heldur Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin. Og tað hevur hann eisini lagt uppskot fyri Løgtingið um.

Føroyska koyrikortið er ikki í galdandi í serliga nógvum londum. Men tað eru nógv, sum ikki hugsa so nógv um.

Øll kunnu fara ein feriutúr við føroyska koyrikortinum, men tað er bara galdandi í eitt hálvt ár. Tað merkir, at flyta fólk uttanlands, mugu tey taka alt koyrikortið umaftur, bæði teori, koyriroynd, sýnsprøvar og alt annað eisini.

Helgi Abrahamsen sigur, at tað eru tað ikki øll, sum vita av, og hann veit dømi um fólk, sum hava koyrt bil uttanlands, uttan at tey hava havt loyvi til tað. Men tað hava tey ikki hugsað um, so tað er ein rættiliga óheppin støða.

Í roynd og veru er føroyska koyrikortið bara viðurkent í Danmark, Noregi, Svøríki, Íslandi, og so eisini í Bretlandi, hóast tey har koyra í vinstru síðu.

Heldur ikki talgilda, føroyska koyrikortið, er góðkent uttanlands, heldur ikki í Danmark.

Hinvegin er føroyska koyrikortið ikki galdandi í Finnlandi, sum eisini er eitt norðurland. Men tað er eitt mál, gongd er í fyri at fáa eina avtalu.

Hinvegin kunnu útlendingar, sum flyta til Føroya, koyra sum tey vilja og tað tí heldur Helgi Abrahamsen, at her er ikki javnvág í, tá ið somu reglur ikki eru galdandi báðar vegir.

Tinglimirnir, sum tóku orðið, taka undir við, at landsstýrið fer í holt við hetta.

Nývaldi landsstýrismaðurin á økinum, Jóhan Christiansen, sigur, at av tí at vit ikki eru limur í ES, mugu vit gera avtalur við øll tey 27 ES-londini hvør sær.

Men tað er eitt størri arbeiði og tí fer hann nú at taka málið upp fyri at kanna, hvussu stórur trupulleikin er fyri at vita um grundarlag er fyri at fara undir samráðingar við lond um at viðurkenna koyrikortið.

Hinvegin føra løgtingslimir fram, at í ES eru tey í ferð við at gera eitt felags, talgilt koyrikort og at Akstovan roynir at krøkja Føroyar upp í tað skipanina.

So kanska ber tað til at gera eina felags avtalu við ES um øll londini. Landsstýrismaðurin sigur, at eisini tað er ein spurningur, hann fer at kanna, tí tað hevði gjørt tað munandi einfaldari.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

Í gjár kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

Í gjár kl. 22:21

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Føroyar mugu ikki elta Europa

22. sepember kl. 22:49