Føroyingar komu ongantíð úr oyðimørkini

Hóast føroyska liðið byrjaði væl, so gjørdist dysturin ein long oyðimarkagongd, har Brandur Hendriksson Olsen, sum ein annar Móses, royndi sum frægast at fáa sínar menn úr oyðimørkini, men tað eydnaðist ikki

Sigurjón Einarsson
1. september 2021 kl. 21:52

Føroyar 0 – 4 Ísrael

Tórsvøllur: Føroyska liðið byrjaði dystin væl, og vóru væl við fyrstu tíggju minuttirnar, men so tók Ísrael so dyggiliga yvir, og løgdu seg á odda longu í 12. minutti.

Føroyingar missa bóltin í uppspælinum, og so ger ísraelska liðið skjótt av. Ein langur bóltur verður spældur út í høgra borð, har Eran Zahavi var rættiliga leysur. Hann dró inneftir og miðskeiðis við brotsteigin skeyt hann við vinstra beinið bóltin heilt upp í vinstra málhorn. Eitt vakurt mál, men tað vóru fleiri, ið eftirlýstu VAR-skipanina, sum á fyrsta sinni varð nýtt á Tórsvølli í kvøld. Zahavi sá út til at vera í rangstøðu, tá hann fekk bóltin, men málið varð viðurkent.

Seinna part av fyrra hálvleiki var ein long oyðimarkagongd hjá føroyingum, har Móses á miðjuni, Brandur Hendriksson Olsen royndi av øllum alvi at fáa fólk sítt úr oyðimørkini, men illa gekst í hond. Hinir vildu ikki lurta eftir honum. Spælið hekk illa saman, og nógvar óneyðugar sendingar vóru hesa løtuna. Á síðulinjuni sást eisini ein ørkymlaður Håkan Ericson rópa á sínar menn og royndi eisini at justera eitt sindur upp á liðið, men lítið bøtti.

Í 44. minutti var ordans hóttafall í føroysku verjuni. Ísraelska liðið sendir ein langan bólt fram, og føroyska verjan sær út til at hava stýr á støðuni, men onkursvegna heldur Gilli Rólantsson, at eingi vandi er ferð, tá hann við bringuni ætlar at leggja bóltin aftur til Gunnar Nielsen í málinum. Gilli hevði ikki sæð, at kviki Manor Solomon hevði sníkt seg afturum føroysku verjuna, og so gjørdist hann brádliga púra leysur við Gunnari Nielsen, sum varð noyddur at bjarga meistarliga. Vandastøðan var ikki av enn, tí við smáspæli, kom farligi Eran Zahavi aftur at standa rættiliga leysur uttanfyri brotsteigin. Hann takkaði fyri, og smekkaði bóltin í føroyska málið.

2-0 til Ísrael í hálvleikinum.  

Í seinna hálvleiki helt oyðimarkagongdin fram. Føroyska liðið tóktist lítið tendrað, og tað gav at bíta, tá Ísrael í tveimum førum fekk góðar málmøguleikar. Tann seinni gav mál eftir eitt hornaspark. Hornasparkið varð tikið stutt, og eftir skjótt smáspæl, varð bólturin lagdur innfyri, og so kundi Munas Dabbur ótarnaður leggja Ísrael á odda 3-0. Tá vóru 52 minuttir spældir.

Nú vóru ísraelsmenn nøgdir og lótu bóltin gera arbeiðið.

Eitt sindur av sprell kom í føroyska liðið, tá fyrst Hallur Hansson og Jóan Símun Edmundsson vórðu skiftir inn, og síðani Heri Hjalti Mohr, Tróndur Jensen og Daniel Johansen komu inn, men lítið batti.

Eran Zahavi var hinvegin sera tendraður. Hann hevði fingið tvey mál í dystinum, men hann vildi hava sítt hattrikk, og tað fekk hann eisini í yvirtíðini, tá – enn einaferð – skjótt smáspæl kleiv føroysku verjuna í tvey, og so kundi hann leggja Ísrael á odda 4-0, sum eisini gjørdist endaliga støðan.

4-0 til Ísrael var kanska í meira lagið, men Ísrael hevði fult tamarhald á dystinum, burtursæð frá fyrstu tíggju minuttunum. Føroyska liðið, hinvegin, virkaði rættiliga ráðleyst. Einasti leikari, ið kann halda høvdið høgt eftir dystin er Brandur Hendriksson Olsen. Hann vísti enn einaferð, hvørja dygdir hann hevur á vøllinum, men tað vóru ikki nógvir á føroyska liðnum, sum gjørdu honum kunstin eftir.

Um tríggjar dagar er aftur dystur á skránni á Tórsvølli, tá taka Føroyar ímóti stórabeiggjanum, Danmark. Og til tann dystin mugu aðrir bollar koma í suppuna, tí annars verður talan um enn eina oyðimarkargongd - eins og í hesum dystinum móti Ísrael í kvøld.

Føroyska liðið byrjaði soleiðis:

Føroyar (4-5-1): Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson Sørensen, Odmar Færø, Sonni Ragnar Nattestad, René Shaki Joensen - Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Jákup Biskopstø Andreasen, Brandur Hendriksson Olsen, Meinhard Egilsson Olsen - Klæmint Andrasson Olsen