Ongi úrslit

Føroyingar brúka nógv minst av øllum Norðurlondum

Savnsmynd
Áki Bertholdsen
22 tímar síðan

Í fjør brúktu føroyingar 1,2 prosent av bruttotjóðarúrtøkun til gransking, og tað svarar til 336 milliónir krónur. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Í 2023 varð granskað og ment í Føroyum fyri 1,3 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, ella 0,1 prosentstig minni.

Føroyar eru tað fyrsta Norðurlandið, sum kunnger hagtøl um gransking og menning fyri í fjør, og tí ber ikki til at samanbera tølini við onnur lond.

Men í 2022 og 2023 vóru Føroyar tað landið, sum brúkti minst til gransking og menning av øllum Norðurlondum.

Sostatt vóru útreiðslurnar til gransking og menning í Føroyum, 31 milliónir minni í fjør enn tær vóru í 2023. Hetta er ein lækking upp á átta prosent.

Tað eru serliga íløgur í maskinum og aðra útgerð hjá vinnufeløgum, sum er lækkað, sigur Hagstovan.

Tilsamans vóru útreiðslurnar til gransking og menning hjá føroyskum vinnufeløgum, 17 prosent lægri í fjør enn í fyrrárið.

Men tað eru kortini vinnufeløgini, sum brúka mest til gransking og menning.

Útreiðslurnar hjá almenna geiranum, og hægri útbúgvingarstovnum, vuksu 10 prosent, ella 12 milliónir krónur, frá 2023 til í fjør.

Tað er væntandi, at útreiðslurnar sveiggja nógv frá ári til ár, tí tað eru nakrir fáir stovnar og fyritøkur, sum gera nakað við tað og tað, sum verður gjørt, er ofta í áramálssettum verkætlanum.

Tá hugt verður ymsum vinnugreinum er størsta afturgongdin frá 2023 til í fjør, í íløgum í framleiðsluvinnuni.

Lækkingin var 20 milliónir krónur, ella 57 prosent lægri enn í 2023. Stovnar og fyritøkur í tænastuvinnuni hava, eins og í 2023, størstu íløgur í gransking og menning í 2024.

Tænastuvinnan fevnir um smá- og heilsølu, gisting og matstovuvinnu, flutnings- og goymsluvinnu, kunning og samskifti, banka- og tryggingarvirksemi, fastognaumsiting og húsarúm, leasing og útleiga, almenn fyrisiting o.a., undirvísing, heilsuverk og sosialar fyriskipanir, umframt aðrar tænastur.

Tilfeingisvinnan fevnir um fiskiveiðu, aling og aðra tilfeingisvinnu, meðan framleiðsluvinnan fevnir um matvøru- og njótingarevnaídnað, annan ídnað, orku- og vatnveiting og byggivinnu.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14