Ongi úrslit

Føroyingar boykotta ikki USA

Innflutningurin úr USA er minkaður - men tað er ikki orsakað av politisku støðuni

Áki Bertholdsen
22. mai kl. 12:34

Hetta seinasta árið, frá apríl í fjør til í mars í ár, innfluttu vit vørur og tænastur fyri góðar 10 milliardir krónur.

Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni.

Tað eru sløk 1,2 milliard, ella 10,5 prosent minni, enn vit innfluttu fyri í 12 mánaðskeiðnum frá apríl í 2023 til í mars í fjør.

Hagstovan sigur, at tað eru fleiri orsøkir til, at virðið á innflutninginum er minkað. Eitt nú er minni innflutt av rávørum til fiskavirki og rávørum til ídnaðin annars.

Somuleiðis er væl minni innflutt av brennievni, tí hetta seinasta árið var hann slakar 1,5 milliard, ella 294 milliónir minni enn frá apríl í 2023 til mars í fjør.

Hetta er bæði tí at prísurin er lækkaður og tí at innflutta nøgdin er minkað. Nøgdin er nevniliga minkað yvir 23.000 tons, ella 7,5 prosent.

Tilsamans er innflutningurin av skipum minkaður 355 milliónir og innflutningurin av akførum er minkaður 150 milliónir.

Hesar seinastu mánaðirnar hava rættiliga fólkarørslur tikið seg upp í nógvum londum við fólkum, sum hava sett sær fyri at boykotta alt sum kemur úr USA, heilt frá Tesla-bilum til Heinz-kettsjupp.

Orsøkin er politiska støðan í USA, har Trump varð valdur til forseta. Men hendan rørslan er ikki komin til Føroyar - í hvussu so er ikki enn.

Men tað sæst eisini, at innflutningurin úr USA er minkaður. Frá april í 2023 til í mars í fjør, innfluttu vit fyri 233,7 milliónir úr USA, men hetta seinasta árið er innflutningurin minkaður 25,4 prosent.

Hetta er fyri tað mesta tí at minni verður innflutt av heilivági, tekniskum tólum og akførum úr USA, tí nú kemur tað aðrastaðni frá. Samstundis er tann mesta oljan nú innflutt úr Noregi heldur enn úr Niðurlondum.

Hagstovan sigur, at hóast innflutningurin úr USA, er minkaður hetta seinasta árið, er tað einki sum bendir á, at hetta er orsakað av politisku umstøðunum í USA.

Innflutningurin úr ES er eisini minkaðir, tí nú er hann tann sami, sum hann var fyri meiri enn tíggju árum síðani.

Hinvegin hevur innflutningurin úr øðrum londum í Evropa, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr londum úr Evropa, sum ikki eru limir í ES, er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja ímillum 150 og 200 milliónir krónur um mánaðin.

Hinvegn hevur innflutningurin úr Asia, sum heild verið at kalla óbroyttur hesi seinastu nógvu árini, men býtið millum londini er broytt, tí nú innflyta vit meiri úr Kina enn vit annars hava gjørt.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Elsa Berg, borgarstjóri, sett skák mát av umsitingini

16. sepember kl. 09:44

Ruth Vang ger bara tað, sum hon er sett í verðina til sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum

13. sepember kl. 18:52

Tikin fyri rúsdrekkakoyring - tvær ferðir upp á eina løtu

14. sepember kl. 09:18