Ongi úrslit

Føroyar og Lettland býttu stigini

Í kuldanum á Tórsvølli í kvøld, býttu Føroyar og Lettland stigini í 1-1 javnleiki

Dan Lamhauge
10. oktober 2020 kl. 19:20

Venjarin, Håkan Ericson, vildi halda orð, tá hann segði, at hann vildi vinna dystin. Í øllum førum var tað ein álopssinnað manning, sum rann inn á Tórsvøll í kvøld, tí bæði Klæmint Olsen og Andreas Lava Olsen byrjaðu inni í álopinum.

Miðvøllurin var hin sami, sum leikti móti Danmark. Brandur, Sølvi, Jóannes og Hallur Hansson, liðskiparin, mannaðu miðvøllin.

Í verjupartinum vóru broytingar framdar. Heini Vatnsdal og Jóannes Kalsø Danielsen máttu víkja fyri Odmari Færø og Gilla Rólandssyni.

Teitur Gestsson stóð ein góðan dyst ímóti Danmark, og tí var greitt, at hann aftur skuldu fáa møguleikan í málinum í kvøld.

Hetta vóru fyrstu minuttirnir hjá Odmari Færø og Gilla Rólandssyni í hesi Nations League undankappingini.

Fyrstu  løtuna gekk javnt á. Fyrsta veruliga møguleikan fekk Jóannes Bjartalið, tá hann smekkaði til útifrá, men málmaðurin bjargaði.

Longu í 8.minutti noyddist Brandur Hendriksson Olsen av vøllinum við skaða. Tað tóktist sum um, at føroyska liðið misti eitt sindur av rútmuni næstu løtuna. Lettar fingu fleiri hornaspørk, og teir vóru nær við einar tvær ferðir.

Tað var eftir fríspark á miðum vølli, at lettar løgdu seg framum. Frísparkið varð sent inn í føroyska brotsteigin, har Marcis Oss vann luftnærdystin móti Sonna Ragnari, og spældi Ikaunieks púra blankan, og so var 0-1.

Lettar høvdu valla fingið armarnar niður aftur, so var javnleikur á Tórsvølli. Jóannes Bjartalið sendi eitt horna inn fyri málið, og har stútaði Odmar Færø bóltin í netið, og so var 1-1.

Lettar løgdu allan  fyrra hálvleik trýst á heilt frammi á vøllinum. Hetta førdi við sær, at føroyingar ongantíð, ella bara í stuttum løtum, megnaðu at fáa spælið at koyra. Sum oftast endaði tað við eini langari neyðsending fram til áleypararnar, sum vóru hart trýstir av verjketuni hjá lettum. Tí komu føroyingarnir sjálvdan í góðar støður frammi á vøllinum.

1-1 var støðan í  hálvleikinum, og tað mundu báðir partar vera nøgdir við, hóast lettar høvdu betri tak á spælinum.

Í seinna hálvleiki royndu føroyingarnir at leggja trýst á fyri at fáa vinnandi málið. Tað eydnaðist ikki. Heldur ikki eftir at Jóan Símun var komin á vøllin í 65.minutti. Tað gav to ein ávísan geist fyrstu løtuna.

Tað vóru tó lettar, sum fingu størsta møguleikan í seinna hálvleiki. Tað var, tá tað restaðu einir 10 minuttir, at vinstri vongur streyk fram í føroyska brotsteigin framvið øllum leikarunum og legði inn fyri málið. Í evstu løtu megnaði Viljormur at sópa bóltin burtur, so støðan helt sær.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

Í gjár kl. 07:54

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56