Føroyar varðveita botnfiskakvoturnar í norskum sjógvi fyri komandi ár

Føroyar og Noreg komu í gjár ásamt um avtalu um sínámillum fiskiveiðirættindi fyri 2022. Hóast toska- og hýsukvotan í norskum sjógvi lækkar munandi komandi ár, vóru londini sinnað fyri at varðveita núverandi støði í avtaluni

Sigurjón Einarsson
8. desember 2021 kl. 08:47

Føroyar og Noreg gjørdu í gjár nýggja avtalu um fiskikvotur fyri 2022. Hóast toska- og hýsukvotan í norskum sjógvi lækkar munandi komandi ár, vóru londini sinnað fyri at varðveita núverandi støði í avtaluni.

Londini bæði vóru tí samd um, at býtið av kvotum landanna millum í 2022 verður at kalla tað sama, sum tað hevur verið í ár.

Føroysku kvoturnar av botnfiski í norskum sjógvi í 2022 verða 4.945 tons av toski, 1.100 tons av hýsu, 500 tons av upsa og 400 tons av øðrum fiskasløgum. Hetta eru óbroyttar kvotur í mun til 2021.

Norsku kvoturnar í føroyskum sjógvi í 2022 verða tillagaðar nakað. Kvotan av longu og blálongu verður 3.000 tons, hetta er ein hækking á 500 tons. Hinvegin lækkar kvotan av brosmu 500 tons, og verður 1.500 tons. Kvotan av øðrum fiskasløgum verður óbroytt 800 tons. Makrelkvotan, sum Noreg fær frá Føroyum, verður eisini óbroytt 6.600 tons.

Umframt kvotabýtið fáa føroysk skip atgongd at fiska 3.790 tons av toski og 200 tons av hýsu, sum eru fingin til vega í sínámillum avtaluni millum Føroyar og Russland, í norskum sjógvi. Hetta eru 360 tons minni enn í ár. Norska atgongdin at fiska svartkjaft í føroyskum sjógvi lækkar við 2.880 tonsum og verður 31.920 tons í 2022.

Kelda: Fiskimálaráðið