Ongi úrslit

Føroyar seta enn fleiri tiltøk í verk ímóti Russlandi

Áki Bertholdsen
10 tímar síðan

Frá á midnátt í annaðkvøld, nýggjáraftan, fara føroyingar at seta enn fleiri tiltøk í verk ímóti Russlandi.

Tað boðar Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanlandsmálum, frá í kvøld.

Tiltøkini, sum verða sett í verk, avmarkandi fevna um persónar, skip, og annað, ið vera mett at hava framt gerðir, ella hava við í virksemi, sum hevur til endamáls at ávirka støðufesti hjá londum í Evropa.

Her kann talan vera um netálop, uppíblanding í fólkaatkvøður, njósning og álop á grundleggjandi undirstøðukervið.

Millum tey feløg, ið verða fevnd av nýggju tiltøkunum, eru tey bæði russisku feløgini, Murman Seafood og Norebo JSC, sum higartil hava havt fiskiloyvi undir Føroyum eftir fiskiveiðuavtaluni ímillum Føroyar og Russland.

Men skip hjá hesum báðum feløgunumm sleppa sostatt ikki longur at fiska undir Føroyum, og skipini sleppa heldur ikki í føroyska havn. 

Landsstýriskvinnan sigur, at sum frá líður kunnu fleiri skip verða løgd afturat listanum við tanga- og farmaskipum, sum verða nýtt til at føra tann partin av russiskari olju, og russiskum gassi, sum annars eru fevnd av tiltøkunum.

Mest lisið hesa vikuna

Tinglimir slíta alt samstarv við løgmann og samgonguna

28. desember kl. 22:00

Nú bleiv brádliga púra lógligt at skjóta fýrverk í kvøld

14 tímar síðan

Átta bilførarar tiknir á sama vegastrekki

27. desember kl. 09:48

Takk fyri jólaheilsan frá Sigrid Dalsgarð: Eysturlund – orkuskifti, arbeiðspláss og samfelagsábyrgd

24. desember kl. 08:43

Summa staðni í landinum er best at framskunda nýggjárshaldið til í kvøld

20 tímar síðan

So lítlan - ella stóran - týdning hevur ríkisveitingin úr Danmark fyri Føroyar

25. desember kl. 12:10