Klokkan 19 verður fyrsta bríksl í EM undankappingardystinum í kvinnuhondbólti millum Føroyar og Portugal í høllini við Tjarnir.
Dómarar eru Jaap Klompers og Koen Stobbe úr Niðurlondum.
Endaspælið verður í Pólandi, Rumenia, Slovakia, Kekkia og Turkalandi. Upprunaliga ætlanin var, at Russland eisini skuldi teljast millum vertirnar, men fyri meiri enn tveimum árum síðani avgjørdi EHF at útiloka Russland. Sum í so mongum øðrum altjóða viðurskiftum í hesum tíðum, so er tað russiska álopið á Ukraina, ið er orsøkin til, at Russland er útilokað.
Hini bæði liðini í bólkinum eru Ísland og Montenegro, sum í kvøld hittast í Hafnafirði.
Tvey tey fremstu liðini í bólkinum vinna seg beinleiðis í endaspælið, og bestu tríararnir vinna seg eisini í endaspælið. Tað kann væl vera, at ein av hesum tríarunum verður úr bólkinum, sum Føroyar eru í.
Føroyar hava spælt tveir dystir. Tann fyrri endaði við 24-22 sigri í Íslandi, og tann seinni endaði við 32-26 tapi á heimavølli móti Montenegro.
Í kvøld er Portugal gestur í høllini við Tjarnir, og sunnudagin fer føroyska liðið at royna seg í Portugal.
1. Montenegro | 2 | 2 | 0 | 0 | 61 : 48 | 13 | 4 |
2. Føroyar | 2 | 1 | 0 | 1 | 50 : 54 | -4 | 2 |
3. Portugal | 2 | 1 | 0 | 1 | 48 : 54 | -6 | 2 |
4. Ísland | 2 | 0 | 0 | 2 | 47 : 50 | -3 | 0 |