Ongi úrslit

Føroyar og Danmark gjørt avtalu um veðurlagssamstarv

© Umhvørvismálaráðið
Umhvørvismálaráðið
30. august kl. 15:10

Margit Stórá og danski ráðharrin Lars Aagard hava í dag undirskrivað samstarvsavtalu um altjóða veðurlagsarbeiði, sum verður útint undir ST Veðurlagssáttmálanum og Parísavtaluni.

”Við hesi avtalu fáa vit betri møguleikar at fremja okkara áhugamál í altjóða veðurlagssarbeiðinum og samstundis tryggja, at okkara sjónarmið verða hoyrd” sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í umhvørvismálum.

Avtalan millum Føroyar og Danmark tryggjar, at støða Føroya til mál og evni, sum verða viðgjørd í altjóða samráðingum um veðurlag, fær rúmd.

Fremstu áhugamál Føroya eru hav, veðurlag og náttúra, matframleiðsla úr sjónum, orkuskifti innan maritima øki og tillaging til veðurlagsbroytingar hjá oyggjasamfeløgum.

Umframt at samstarvsavtalan kjølfestir eitt opið samstarv millum Danmark og Føroyar, tryggjar avtalan eisini, at Føroyar fáa innlit í veðurlagssamstarvið hjá ES og atgongd til tingingar um komandi veðurlagsmál.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Fór at skjóta haru - endaði á Landssjúkrahúsinum

9. november kl. 10:01

Skulu vit hava eina álitisnýskipan ella ein Elon Musk?

8. november kl. 14:05

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Ungdómar hava vandamikið spæl í Klaksvík

9. november kl. 09:31

Tunnilin hongur í leysari luft - kostar upp í 900 milliónir

6. november kl. 09:34