Ongi úrslit

Føroyar Lesa bjóða inn til søguupplestur fyri børn

Norðurlandahúsið
4 tímar síðan

Barnabøkurnar Klandursskrímsl og Mítt botnlív verða lisnar upp fyri børnum í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum leygardagin 9. mai kl. 11.00 og 13.00.

Sama hvussu gomul vit eru, so er tað altíð hugnaligt at lurta eftir einari góðu søgu saman. Leygardagin bjóða Føroyar Lesa inn til tvær hugnaligar lesiløtur í Norðurlandahúsinum.

Kl. 11.00 verður lisið úr Klandursskrímsl, einari myndabók eftir Rakel Helmsdal, Kalle Güettler og Áslaug Jónsdóttur. Bókin snýr seg um Lítla og Stóra skrímsl, sum ikki kunnu semjast um, hvat teir skulu finna uppá, og sum við sínum trætum leggja upp til eitt prát um vinalag, ósemjur og mátar at vera saman. Tiltakið hóskar seg til børn millum 3 og 5 ár við sínum vaksnum.

Kl. 13.00 verður lisið úr Mítt botnlív eftir finnlandssvenska rithøvundin og myndabókaskaparan Lindu Bondenstam. Søgan fylgir einum axolotli í einum heimi undir broyting og letur upp fyri samrøðum um umhvørvi, veðurlag og tær broytingar, sum henda í náttúruni rundan um okkum. Søgan er væl egnað til børn millum 7 og 10 ár.

Bæði upplestrartiltøkini eru partur av arbeiðinum hjá Føroyar Lesa við at stimbra lesihug og skapa felagsupplivingar rundan um bókmentir fyri børn og vaksin. Tað er ókeypis at vera við, og tað er ikki neyðugt at melda seg til.

Mest lisið hesa vikuna

Tjóvur avdúkaður tí hann seldi tjóvagóðs á Facebook

Í gjár kl. 07:46

Tá ein standmynd dettur – vaknar moralurin knappliga?

2. mai kl. 19:00

Vit byggja einki land við at hálsfevna eitt fámannaveldi

3. mai kl. 11:41

Ætlanin hjá samgonguni er sum at pissa í buks

30. apríl kl. 10:18

Trý fólk tikin fyri harðskap

3. mai kl. 09:17

Nógv færri hjún í Føroyum skiljast

15 tímar síðan