Ongi úrslit

Føroyar fingið landagóðkenning frá Brasil og útflutningur kann sannlíkt skjótt byrja

Góðkenningin merkir, at Heilsufrøðiliga starvsstovan er viðurkend av brasilsku myndugleikunum og kemur framyvir at standa fyri øllum heilsufrøðiligu viðurskiftunum við Brasil

Uttanríkis- og vinnumálaráðið
16 tímar síðan

Í dag hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, haft fund við Luis Rua, brasilskur vararáðharri fyri handil og altjóða viðurskifti. Fundurin var á sendiharrabústaðnum  hjá Brasil í Keypmannahavn.

Á fundinum handaði ráðharrin landsstýriskvinnuni eina landagóðkenning av Føroyum. Landagóðkenning er týdningarmesta stig á leiðini til, at Føroyar kunnu útflyta fiskavørur til Brasil.

Í okkurt um 15 ár hava Heilsufrøðiliga starvsstovan og landsstýrið arbeitt fyri at fáa eina heilsufrøðiliga avtalu við Brasil. Serliga føroyskir saltfiskaframleiðarar hava leingi havt ynski um at fáa atgongd til brasilska marknaðin. Í árunum eftir kríggi og fram til 1970árini útfluttu føroyingar nógvan saltfisk til Brasil, men útflutningurin datt niðurfyri, tá prísurin í Brasil ikki longur var kappingarførur við prísin, ið fekst fyri saltfisk í Evropa.

Í fjør vóru umboð fyri brasilska matvørumyndugleikan á eftirlitsvitjan í Føroyum. Vitjanin gekk væl, og úrslitið er, at Føroyar nú hava fingið landagóðkenning frá Brasil. Góðkenningin merkir, at Heilsufrøðiliga starvsstovan er viðurkend av brasilsku myndugleikunum og kemur framyvir at standa fyri øllum heilsufrøðiligu viðurskiftunum við Brasil.

Á fundinum umrøddu landsstýriskvinnan og vararáðharrin eisini, hvussu samhandil og samstarv landanna millum kunnu mennast.

Mest lisið hesa vikuna

Eitt heilt óvanliga groft æl elvdi til stór skriðulop

8. juni kl. 08:30

Einar er farin

8. juni kl. 22:36

Føroyskur dansur og gott lag

Í gjár kl. 23:50

Kongshjúnini taka føroyingar á bóli

10. juni kl. 22:34

Myndir: Hotel Føroyar veistludøgurði

11. juni kl. 20:20

Myndir: Kongshjúnini vitja Tjarnir

11. juni kl. 15:00