Ongi úrslit

Føroyar eru partur av Rinck-sáttmálanum

Rinck-sáttmálin er felags tráður og góðskutrygging fyri venjaraútbúgvingar fyri londini í EHF

Hondbóltssamband Føroya
17. desember 2024 kl. 15:55

Á EHF-kongressini, sum var í Wien í vikuskiftinum, skrivaði Andrass Thomsen, stjóri í HSF, undir Rinck-sáttmálan hjá EHF vegna HSF. Rinck-sáttmálin er felags tráður og góðskutrygging fyri venjaraútbúgvingar fyri londini í EHF.

Fyri áhaldandi at menna venjingartilboð, ið feløgini kunna bjóða teirra íðkarum, hevur HSF í vetur skipað nýggja føroyska venjaraútbúgving í fleiri stigum, sum lýkur øll góðskukrøvini í Rinck-sáttmálanum. Talan er sostatt um venjaraútbúgving, sum eisini er góðkend í øðrum londum, sum hava undirskrivað Rinck-sáttmálan og somuleiðis er krav til venjarar, sum luttaka í europeisku kappingunum.

Av teimum 50 londunum í EHF eru Føroyar land nr. 43, sum hava undirskrivað Rinck-sáttmálan.

Mest lisið hesa vikuna

Rann niðan í fjøllini eftir ferðsluóhapp

1. februar kl. 14:37

Falskur politistur vitjar handlar í Havn

2. februar kl. 15:00

Jenis av Rana ávarar - men tann, sum tigir, hann samtykkir

2. februar kl. 12:40

Avaring: Umfatandi roynd at svika pengar frá fólki í Føroyum

Í gjár kl. 14:59

Tað eru serliga tvær orsøkir til at Smyril broytir ferðaætlan so ofta

2. februar kl. 07:52

Útlendingar sum fremja álvarslig brotsverk skulu blakast út

3. februar kl. 21:43