Ongi úrslit

Føroyameistararnir løgdu fyri við sigri

Hotel Djurhuus-deildin (kvinnur): Fleyr – Mjølnir 3-1 (25-18, 25-23, 14-25, 25-17) TB – Dráttur 3-0 (25-11, 25-14, 25-4) KÍF – SÍ 1-3 (12-25, 25-16, 20-25, 14-25)

Flogbóltssamband Føroya
22. sepember kl. 13:03

Fyrstu dystirnir í landskappingini í flogbólti vórðu spældir um vikuskiftið, og bæði í Hotel Djurhuus-deildini og Polestar-deildini løgdu føroyameistararnir fyri við sigri

Í Havn tóku føroyameistararnir úr Fleyr ímóti Mjølni, sum endaði seinasta kappingarár við at vinna steypafinaluna ímóti júst Fleyr, men hesa ferð stóðu klaksvíkingarnir ikki høvuðsstaðarkvinnunum kurl.

 

Hóast Mjølnir fekk góða byrjan og legði seg á odda 5-3, var ikki leingi til Fleyr hevði fingið tamarhald á settinum og fór frá 7-8 upp á 16-9, so so var ongantíð ivi um hvør fór at vinna settið, sum endaði 25-18 til Fleyr.

 

Annað sett var rættiliga spennandi, og liðini skiftust um at vera á odda. Mjølnir fór framum 20-18, men við fimm stigum á rað fór Fleyr framum 23-20 og helt fast og vann settið 25-23 við øðrum settbóltinum.

 

Í triðja setti legði Mjølnir fyri sum eitt óløgi og fór framum 8-1 og 11-2 og vann settið so greitt sum 25-14.

 

Fleyr fótaði sær aftur, og eftir eina javna byrjan í fjórða setti, sleit Fleyr seg leyst eftir støðuna 8-6 og legði seg á odda 12-6 og 16-9, áðrenn settið varð vunnið 25-17 – og dysturin 3-1.

 

Fleyr hevur mist onkrar av mest eyðsýndu leikarunum frá í fjør, so sum Anju Danielsen, sum er farin til SÍ, og Thirzu Lindu Becerra, sum er farin til Mjølnir. Thirza sat tó á bonkinum hendan dystin. Í flogbóltssendingini Tussj segði Hanna Andriasdóttir Olsen úr Fleyr, at tær tó høvdu nokk av ungum leikarum at velja í, og at tær ætla sær at vinna greipuna. Hanna sjálv var annars ikki við í dystinum í gjár.

Á Tvøroyri vann TB lættan 3-0 sigur á Drátti, sum enn roynir at byggja upp, eftir at mest sum alt liðið, sum gjørdist føroyameistari í 2023, gavst at spæla við Drátti. TB hevur styrkt seg við hart-sláandi amerikonsku Kate Carman, men hinvegin hevur TB mist argentinska úrmælingin Arianu Pereyra, sum er farin til KÍF.

 

Hjá Drátti var tað stuttligt fyrstu løtuna at vera á odda 3-0, og tær megnaðu eisini at fylgja við til 11-11, men so skrædnaði veruliga, og TB vann rest – 14 stig á rað og settið 25-11!

 

TB legði seg á odda 15-2 í øðrum setti, áðrenn Dráttur slapp at pynta eitt sindur upp á settúrslitið, sum gjørdist 25-14. Í triðja setti vísti TB tó onga náði og fór framum 8-0 og vann síðani 12 stig á rað, so støðan gjørdist 23-3, áðrenn settið varð vunnið 25-4.

SÍ, sum aftur hevur navnframa Rajko Petrovic sum venjara, og sum eisini hevur fingið ein tann besta spælaran í kappingini, Anju Danielsen úr Fleyr á liðið, vann sannførandi sigur á KÍF, sum hevði ætlað sær betri byrjan við vælmannaða liðnum, har t.d. Daria Burrows úr USA tekur enn eitt tørn í ár, og sum eisini hevur fingið styrk í argentinsku Arianu Pereyra, sum er komum úr TB.

 

Fyrsta og annað sett vóru sum dagur og nátt. Í fyrsta setti fór SÍ framum 11-3, og so var stutt eftir á mál, og settið vann SÍ 25-12. Men so vendi fullkomiliga, og KÍF legði seg á odda 7-2 og 11-5, og brátt hevði KÍF vunnið 25-16.

 

Eftir at KÍF hevði lagt seg á odda 6-2 í triðja setti, svaraði SÍ aftur og fór framum 7-6 og dró so líðandi frá og vann settið 25-20.

 

Fyrstu løtuna í fjórða setti fylgdi KÍF so dánt við, men frá 12-9 fleyg SÍ upp á 18-9, og so gjørdist talan um avgreiðsluspurning. Gaman í bardi KÍF seg upp á 14-19, men so vann SÍ rest og settið 25-14.

 

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

13. oktober kl. 08:46