Ongi úrslit

Føroya vakrasta hálvmaraton 2021 verður

Sambært nýggjastu upplýsingunum frá myndugleikunum, so verður roknað við, at allir føroyingar, sum ynskja tað, eru liðugt koppsettir síðstu vikuna í august, og tí verður hildið, at tað er ráðiligt at gjøgnumføra Føroya vakrasta hálvmaraton aftur

Tíðindaskriv
7. juli 2021 kl. 18:39

Atgongumerkini fyri 2020 eru galdindi fyri 2021. Um so er, at ikki ber til at luttaka, so ber til at fáa peningin aftur. 

Tað er leygardagin 4. september, at runnið ella gingið verður úr Gásadali til Sandavágskirkju og í gjøgnum allar bygdirnar í Vágum. 

Sum vanligt ber til at keypa sær eina G&G rennitroyggju sum eitt minni um dagin. 

Seinasta ár varð Føroya vakrasta hálvmaraton gjørt um til #míttvakrasta tykisrenning orsaka av koronu, hóast tað eydnaðist at lata 33.000 krónur til Krabbameinsfelagið. Berin fekk eisini stuðul frá tiltakinum.

Eins og undanfarin ár fara 100 krónur av luttøkugjaldinum til Krabbameinsfelagið.

26. juli á midnátt fer luttøkugjaldið upp, og tá er eisini seinasta freist at keypa sær #FVHM rennitroyggjuna frá G&G. Tað er avmarkað nøgd av rennitroyggjum og legg til merkis, at støddinar eru unisex.

Umleið 500 fólk eru tilmeldað, men rúm eru fyri 500 fólkum afturat. 

Tað er felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, Frælsi, ið skipar fyri tiltakinum við dyggum stuðli frá vágafólki og sjálvbodnum felagsskapum, sum loysa eina ørgrynnu av uppgávum í sambandi við tiltakið - umframt, at kommunurnar í Vágum stuðla við at seta fløgg upp og líknandi.

Til ber at tekna seg til #FVHM her:

At ganga her og at renna her.

Mest lisið hesa vikuna

Arbeiðsvanlukka kravt eitt mannalív

9. juli kl. 18:25

Samtalur, bindiklubbar og spontanar kaffimunnar gerast ein slags festivalur

9. juli kl. 16:46

Koyrikortið hjá bussførara er í vanda

10. juli kl. 09:30

Stjól fyri 1.000 krónur úr einum handli

10. juli kl. 08:45

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

Í gjár kl. 07:54

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56