Ongi úrslit

Føroya Tele hevði góðar 38 milliónir krónur í avlopi í 2025

Ársúrslitið hjá Føroya Tele var góðar 38 milliónir krónur eftir skatt í fjør. Samtakið økti sostatt avlopið við fimm milliónum krónum sammett við 2024. Føroya Tele stendur á tryggum fíggjarligum undirstøði, og grundarlag er fyri 50 milliónum krónum í vinningsbýti til eigaran, Føroya Landsstýri.

Tíðindaskriv
2 tímar síðan

Gongdin er góð hjá Føroya Tele, bæði tá talan er um gjaldføri og rakstur, og samanumtikið stendur samtakið trygt á sterkum fíggjarligum undirstøði. Tað er niðurstøðan hjá samtaksnevndini í Føroya Tele, sum góðkendi roknskapin fyri 2025 á nevndarfundi fríggjadagin. Roknskapurin verður lagdur fram á aðalfundinum 13. mai 2026. 

Ársúrslitið eftir skatt var 38,4 milliónir krónur, og tað er góðar fimm milliónir krónur meira enn í 2024, tá ið Føroya Tele hevði 33,1 milliónir krónur í avlopi eftir skatt. Sterka fíggjarstøðan og góða gongdin í gjaldføri og rakstri hava við sær, at nevndin mælir til at útluta eigaranum, Føroya Landsstýri, 50 milliónir krónur í vinningsbýti á aðalfundinum. Føroya Tele hevði 519,1 milliónir krónur í eginpeningi við árslok 2025. 

– Nevndin fegnast um sera góðu gongdina hjá Føroya Tele, sum hevur ein týðandi leiklut í føroyskum fjarskifti. Samtakið skal bæði veita munagóðar tænastur og tryggja eitt haldgott undirstøðukervi, sum er grundarlagið undir talgildu menningini í Føroyum.

Bjarni Arnason, formaður í samtaksnevndini

Trygd og mótstøðuføri 

Føroya Tele arbeiðir áhaldandi fyri, at føroyska fjarskiftiskervið er trygt og mótstøðuført, bæði tá talan er um innlendis kervið og sambandið við umheimin. 

– Tað er okkara skylda at veita trygt fjarskifti við bestu loysnunum, sum finnast, so øll kunnu kenna seg trygg í talgilda samskiftinum á netinum. Samstundis skulu vit syrgja fyri, at Føroyar hava eitt nøktandi og trygt fjarskiftissamband við útheimin, sigur Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri í Føroya Tele. 

Hann vísir á, at hetta er ein týðandi uppgáva, sum starvsfólkini á Føroya Tele umsita vegna alt samfelagið.  

– Dugnaligu og fakliga sterku starvsfólkini hjá Føroya Tele fylgja væl við tøknifrøðiligu menningini. Tey miðja áhaldandi eftir at veita kundunum bestu tænasturnar, og vit hava skipanir og starvsfólk, sum eru á varðhaldi, so føroyska samfelagið kann hava eitt so trygt fjarskiftiskervi, sum gjørligt.

Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri

Føroya Tele heldur fram at arbeiða saman við myndugleikunum í royndunum at fáa eitt triðja kaðalsamband til útheimin. Alt farnetið hjá Føroya Tele er bygt á Ericsson-tøkni, og útbyggingin av fipurnetinum heldur fram. Við árslok 2025 var talið á fipurkaðlum tilsamans, sum eru lagdir út til kundar, komið upp á umleið 10.500.  

– Føroya Tele heldur eina trygga kós, og tað eru góð útlit fyri, at samtakið fær eitt enn betri ársúrslit í 2026. Nevndin takkar stjórn og starvsfólkum fyri sera gott avrik, sigur Bjarni Arnason, nevndarformaður í Føroya Tele. 

Mest lisið hesa vikuna

Halda at tað er pallsett

22. apríl kl. 18:30

Sleppa at ferðast ókeypis - í eina heila viku

22. apríl kl. 11:50

Skulu vit hava fólkaræði ella teknokrati?

23. apríl kl. 10:23

Fer at kanna møguleikan fyri at byggja eitt nýtt Løgtingshús

24. apríl kl. 08:39

Ikki eiti á samgongubyrjan - 20 milliónir markaðar til bileigarar

23. apríl kl. 00:18

Hevði gloymt at fáa sær føroyskt koyrikort - fær 5.000 krónur í bót

Í gjár kl. 07:44