Ongi úrslit

Føroya fyrsta functional fitness ítróttafelag stovnað

Ítrottarfelagið Tvørmegi
14. august kl. 18:45

Hósdagin 4. juni var stovnandi aðalfundur fyri Ítróttafelagið Tvørmegi, sum er fyrsta functional fitness ítróttafelag í Føroyum.

Endamál felagsins er at fremja, styrkja og breiða út vitan um venjing við funktionellum rørslum umframt at skapa møguleikar hjá føroyskum ítróttafólki at kappast bæði innanlands og uttanlands.

Functional fitness sum ítróttagrein er sprottin úr crossfit. Í Føroyum sóu vit crossfit fyrstu ferð, tá venjingarmiðstøðin, Tvørmegi, varð sett á stovn í 2013.

Sjálvt functional fitness hevur tikið seg nógv fram seinastu árini. Functional fitness er sera líkt crossfit, men virkar sum ein ítróttargrein burturav.

Høvuðsmálið hjá Altjóða Functional Fitnesssambandinum er í løtuni at fáa ítróttagreinina góðtikna sum olympiska ítróttagrein.

Meðan føroyingar seinastu árini hava luttikið í crossfit kappingum í Danmark, Svøríki, Skotlandi, Fraklandi og Spania, so var tað eitt stórt framstig, tá fýra føroyingar í juni luttóku í danska meistaraskapinum (DM) í functional fitness.

Okkara luttakarar vístu, at vit føroyingar meira enn so eru førir fyri at kappast millum tey fremstu, eitt nú tá Eyðun Hentze Højgaard, Jóhanna av Steinum og Tordis Tróndarson øll kvalifiseraðu seg til heimsmeistaraskapið í Avstralia í vetur.

Ítróttafelagið,Tvørmegi, hevði stovnandi aðalfund 4. juni 2025.

Í nevndini eru:

* Kristjan Petursson, forfólk

* Eyðun Hentze Højgaard, næstforfólk

* Ari av Rana, nevndarlimur

* Jóhanna av Steinum, nevndarlimur

* Bartal Kamban, nevndarlimur

Felagið hevur heimstað í venjingarmiðstøðini, Tvørmegi, Slættanesgøta 11, Tórshavn.

Meira fæst at vita um felagið á heimasíðuni: tvormegi.fo/ift

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Endaliga avgreitt á Løgtingi: Næsta ár fáa kvinnur í Føroyum fría fosturtøku

4. desember kl. 16:57