Viðagitni - og okkara mest virðislønti kokkur - Poul Andrias Ziska letur nú nýggja matstovu upp í Havn.
Hann er annars víðagitin sum høvuðskokkur á føroysku Michelin-matstovuni Koks, men tað ævintýrið er dottið niður fyri - í hvussu so er fyribils.
Koks hevur ferðast víða og hesi seinastu árini hava tey verið í Grønlandi, men nú eru tey givin har, og Koks er niðurlagt - og tað er óvist um tað letur upp aftur.
Men nú boðar Poul Andrias Ziska frá, at hann fer at lata matstovu upp í Havn. Matstovan hevur fingið navnið, Paz og sjálvur skrivarhann á sosialum miðlum, at tíðin er komin til eitt nýtt kapittul sum tekur hann aftur til Havnar, har hann er føddur og hevur slitið sínar barnaskógvar.
Hann sigur, at royndirnar og upplivilsini á Koks hava givið honum at høvi at kanna tann ráa veruleikan í náttúruni og at flyta mørkini fyri matmentan og siðvenjum við rávørum, sum eru serstakar fyri hvørt stað.
Hann sigur, at á nýggju matstovuni fara umstøðurnar at vera meri støðugar og tað fer hann at brúka til at leggja dent á føroyska matmentan og søgurnar, hann kann siga ígjøgnum hana.
Nýggja matstovan er mitt í hjartanum í Havnini, í Doktara Jakobsens gøtu, í veghæddini har Hotel 62 Norð, er. Poul Andrias Ziska sigur, at har verður pláss fyri umleið 40 fólk og talan verður um eina gourmet matstovu við eini fastari matarskrá sum telur einar 16 rættir. Hann sigur, at endamálið er at lata upp longu 1. apríl.